Tað er kvirt úr útlandinum

- Vit fyrireika okkum sum vanligt, og vit vænta, at hetta verður eitt gott ár - við ella uttan útlendingar, sigur leiðarin á kunningarstovuni í Vági.

 

 

- Tað er ógvuliga trupult at meta um, hvussu árið 2021 fer at roynast við útlendskum ferðafólki. Í fjør høvdu vit nakrar norðurlendingar, og vit vóna, at vit eisini fáa nakrar útlendskar gestir í summar.

Tað sigur Jórun Høgnesen, stjóri á Norðoya Kunningarstovu.  Tað er hon, sum hevur fingurin á pulsinum, tá ræður um áhugan fyri Klaksvíkini og Norðoyggjum í ferðavinnuhøpi, nú tað er farið at vára, páskirnar nærkast, og summarvertíðin stundar til.

- Vit hoyra lítið úr útlandinum. Onkur spyr, hvørjir møguleikar eru, um tey koma á vitjan í summar, men tað er einki ítøkiligt. Síðan koronu-farsóttin tók seg upp fyri einum ári síðan, eru fyrispurningarnir úr útlandinum nógv færri enn áður, sigur hon. 

Men, enn er lítið útliðið, og nógv liggur í óvissu, tá ræður um vónirnar um møguligan útlendskan ferðafólkastreym higar til lands í summar.

Jórun Høgnesen vísir á, at hóast nógvar avlýsingar vóru í fjør summar, høvdu tey í Norðoyggjum kortini fitt av norðurlendingum, serliga í juli og august, tá koronu-støðan í Føroyum var undir rímiligum eftirliti. 

Hon sigur, at hetta serliga vóru tilkomin fólk og pensjónistar, sum vóru komin við Norrønu, har tey høvdu fingið ferðina fyri ein sámuligan prís.

- Soleiðis, sum vit skiltu, vóru hetta serliga fólk, sum høvdu ætlað sær suður eftir - og onkur hevði enntá ætlað sær at síggja pyramidurnar í Egyptalandi, men nú høvdu tey so valt Føroyar sum ferðamál, tí Føroyar um hetta mundið at kalla vóru koronu-fríar.

Stjórin á Norðoya Kunningarstovu vísir á, at útlendsku ferðafólkini, sum hon hitti á kunningarstovuni, søgdu seg hava havt ein fantastiskan túr við Norrønu.

- Flestu vóru danir, men eisini sviar, norðmenn og onkur týskari. Vit skiltu, at tey høvdu ein góðan túr í Føroyum, men argaðust eitt sindur um, at Christianskirkjan ikki var opin.

Hon sigur, at kirkjurnar eru ein attraktión hjá eldri fólki og pensjónistum, sum vitja í Norðoyggjum, og tey eru mong, sum spyrja eftir Christianskirkjuni við sermerktu altartalvuni og listaverkinum hjá Edvardi Fuglø í kirkjukjallaranum.

- Tað eru nøkur ferðandi, bæði útlendingar og føroyingar, sum bara koma fyri at síggja kirkjurnar, og vit kundu ivaleyst havt kunnað betur um, at kirkjurnar eru stongdar í samband við koronu-farsóttina, leggur hon aftrat.

Í VikuskiftisSosialinum hava vit skift orð við nakrar kunningarstovur kring landið, og her verður eitt nú gjørt burtur úr Suðuroynni sum ferðamál. Suðuroyggin hevði sítt besta ár í fjør á ferðavinnuøkinum, tó at fáir útlendskir gestir vóru. 

- Vit fyrireika okkum sum vanligt, og vit vænta, at hetta verður eitt gott ár - við ella uttan útlendingar, sigur leiðarin á kunningarstovuni hjá Vágs kommunu, Magnus Pauli West, við VikuskiftisSosialin, sum fæst til keyps kring landið.

##med2##

 

 

Jórun Høgnesen er stjóri á Norðoya Kunningarstovu.