Tað er lættari at koma út enn fyrr

Tað er lættari at koma út sum LGBT'ari í dag, enn tað var fyri 20 árum síðani - serliga í Havn.

Tað heldur Siri Sørensen, sum í farnu viku legði út dagføringar á sosialu miðlarnar hjá LGBT Føroyum, sum á onkran hátt umrøddu LGBT viðurskifti.

Hóast tað er lættari, merkir tað ikki, at tað er lætt, og tí er framhaldandi neyðugt við kunning, upplýsing og stuðli frá bólkum sum LGBT Føroyar.

– Tá onkur kemur út, fyllir tað nokk so nógv - og serliga, tess eldri tú ert. Summir LGBT'arar tora kanska ikki at standa við tað, at tey eru LGBT'arar, tí tey síggja, hvussu onnur reagera, og tað kann vera ræðandi.

Les alla samrøðuna við Siri Sørensen í Vikuskiftissosialinum, ið kann lesast her.