Tað er lygn at Føroyar eru óspiltar

Ferðavinnan ger inntriv í nátturuna – men tað ger landbúnaðurin eisini, sigur lívfrøðingur, sum staðfestir, at í Føroyum hava øll rætt at fara í hagan

Tað er lygn, at Føroyar eru óspiltar. Gamaní er landslagið vakurt, men tað er avgjørt ikki óspilt.

Tað sigur Magnus Gaard, lívfrøðingur, í eini grein í Sosialinum nú um vikuskifti.

Hann sipar til, at ferðavinnan førir Føroyar fram í útheiminum sum »unspoiled«, ella óspilt.

Í sambandi við náttúrvernd í Føroyum, hevur ein stórur partur av kjakinum snúð seg um rættin til at ganga í fjøllunum.

Magnus Gaard vísir á, at tað var ikki fyrr enn í 1970, at vit fingu eina náttúrufriðingarlóg og áðrenn tað snúði øll lóggávan seg um landbúnað, seyð, mark og girðing.

– Hvørki náttúrufriðing, ella rætturin at fara í hagan, var endamálið við táverandi lóggávu. Men tað var ongin trupulleiki, tí fólk gingu í haganum skynsamt, og ongin legði nakað í tað.

Men við náttúrufriðingarlógini frá 1970 broytist hetta í Føroyum. Náttúrufriðingarlógin er sjálvandi gjørd eftir danskari fyrimynd – men kortini ikki heilt.

Nettupp tí at hvørsmansrættur ikki er galdandi í Danmark, eru ásetingar í føroysku náttúrufriðingarlógini, sum hava ta fyritreyt at í roynd og veru hava vit hvørsmansrætt í Føroyum, sigur lívfrøðingurin.

Magnus Gaard vísir á, at sorinskrivarin skrivar í viðmerkingunum til føroysku náttúrufriðingarlógina, at »Det er vistnok meget meget sjældent at der er lagt de mennesker hindringer i vejen, der har villet færdes til fods i udmarken«.

Úrslitið av hesi eygleiðing er, at hetta er fortreytin í fyrsta partinum av náttúrufriðingarlógini.

Hesin parturin er skrivaður við fyrimynd í norsku fríluftslógini, og her eru ásetingar um at fara væl um, tá ið vit ganga í haganum.

– Men tað gevur jú onga meining við eini tílíkari áseting, um tað ikki er loyvt at fara í hagan. Niðurstøðan má vera, at vit hava hvørsmansrætt í Føroyum, bæði sum siðvenju, men eisini sum fyritreyt fyri týðandi lóggávu, sigur Magnus Gaard.

Men so spyr hann, hví friðing og hvørsmansrættur eru tey mest týðandi evnini í Føroyum beint nú.

Hann heldur, at fyri tað fyrsta er tað ringt at grundgeva fyri teirri serstøðuni, landbúnaðurin hevur í núverandi lóggávu.

– Er talan um landbúnað, er tað loyvt at gera inntriv í náttúruna uttangarðs, og tey inntrivini eru næstan altíð í stríð við andan í allari náttúrufriðing yvirhøvur, sigur lívfrøðingurin.

Hann hugsar um taðing langt burturi í haganum, bara tí ein vegur er har, og hann hugsar um at drena mýrilendi, og um lyngheiðar, sum verða til keðiligar, eintáttaðar grasvøllir av øllum bitinum.

Uttangarðs er landbúnaðurin í Føroyum at kalla bara seyðahald, og við fáum undantøkum er tað eitt frítíðarítriv og ikki ein vinnuvegur.

– Áseyðatal, heilivágur, girðing, taðing og nógv annað sum hevur við seyðahaldið at gera, átti heldur at verið viðgjørt sum náttúrurøkt og mentan, og ikki sum intensiv vinna, heldur hann.

Hann sigur, at ein onnur stór hóttan ímóti náttúruni, er ein støðugt vaksandi ferðavinna. Og hann vísir á, at øll tann náttúran, vit áttu at vart, verður allarmest víst fram á sosialu miðkunum í royndunum at marknaðarføra Føroyar sum eitt óspilt stað.

– Men fyri tað fyrsta er tað lygn, at Føroyar eru óspiltar. Gamaní er landslagið vakur, men óspilt er tað avgjørt ikki.  

– Og nú byrjar skaðin á náttúruna at gerast eyðsýndur nógvastaðni á okkara allarvakrastu plássum, sigur hann.

– Og hóast náttúrufriðingarlógin hevur ásetingar um at fara væl um í haga, so er hon ikki egnað at regulera vaksandi ferðavinnuna, leggur hann afturat.

– Tílíka vinnuliga vandalismu fyri lættan vinning, sum vit síggja í løtuni, mugu vit regulera í aðrari lóggávu. Og vit eiga ikki, í tankaloysi, at gera okkum inn á friðingarlóg, hvørsmansrætt og trivnaðin hjá føroyingum sum heild.

– Ein sera stórur partur av einum vælvirkandi samfelag við glaðum fólkum, er treytaður av heilt øðrum viðurskiftum enn teimum, sum standa í frágreiðingunum hjá búskaparráðnum.

– Tað snýr ikki bara um at hava, fáa, eiga og býta um, men at vera her saman við hvørjum øðrum, sigur Magnus Gaard.

– Og heldur verandi gongd fram, verður tað skjótt rættiliga trongt her, leggur hann afturat.

Les nógv meiri í Sosialinum hetta vikuskiftið, har Magnus Gaard hugleiðir um náttúrvernd og hvørmansrætt.