Tað er neyðugt at arbeiðsvikan verður stytt

Hetta seinasta árið hava 12,8 prosent av starvsfólkunum verið hjá lækna tí tey føla seg strongd

Tað verður neyðugt at stytta arbeiðsvikuna. Tað heldur Føroya Pedagogfelag, nú Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuni.

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur í eini viðmerking til Løgtingið, at samfelagið er vorðið ríkari seinastu árini - eisini síðani arbeiðsvikan varð stytt tveir tímar. Samfelagið er heldur ikki fátækari av, at fólk hava fingið rætt til fimm vikur í feriu.

– Hóast vit ikki hava hagtølini um tað enn, er tað ymiskt sum bendur á, at verður arbeiðsvikan stytt, fara trupulleikar av strongd, sliti og sostatt eisini trupulleikarnir av sjúkrafráveru, at minka, sigur hann.

Hann sigur, at ein nýggj kanning hjá Føroya Pedagogfelag vísir, at umleið 30 prosent av limunum arbeiða 36 tímar ella meira, um vikuna. Og 12 prosent av teimum hava meira enn eitt starv.

Kanningin vísir eisini, at hetta seinasta árið hava umleið 12,8 prosent av starvsfólkunum á pedagoska økinum hava verið hjá lækna við illgruna um strongd.

– Námsfrøðiliga økið er eitt starvsøki, sum krevur nógv av kroppi og sinni, tí tað er sum oftast tann einstaki persónurin, ið er námsfrøðiliga amboðið, leggur hann afturat.

At fáa betri javnvág ímillum arbeiðslív og heimalív mótvirkar strongd. Strongd førir til fleiri sjúkadagar og oyðiløgd lív, eisini oyðiløgd familjulív.

Verður arbeiðsvikan stytt, verður úrslitið, at starvsfólk eiga at kunna virka longri, og vera frískari, á arbeiðsmarknaðinum. Havandi í huga, at fólk skulu halda longri á arbeiðsmarknaðinum, átti tað at verið hugsað meira um, hvussu vit skipa okkum, soleiðis, at fleiri orka tað.

– Tað kann hugsast, at úrslitið av styttri arbeiðsviku hevði verið, at færri ósemjur á arbeiðsplássunum, tí troytt og strongd starvsfólk hava lættari við at gera feilir og at leypa framav.

– Á okkara øki er talan helst ikki um produktivitet, men heldur um at orka at vera nærverandi – og tað er helst her vinningurin á okkara øki sæst best aftur, heldur formaðurin í Pedagogfelagnum.

 

##med2##

Talvan oman fyri vísir, Hvussu stóran starvsbrøk limirnir í Føroya Pedagogfelag arbeiða. Ein samandráttur er, at  

– 11,3% av leiðarunum hava meira enn eitt starv á námsfrøðiliga økinum.

– 13,3% av pedagogunum hava meira enn eitt starv á námsfrøðiliga økinum.

– 12,6% av hjálparfólkunum hava meira enn eitt starv á námsfrøðiliga økinum.

– 77,4% av leiðarunum siga, at teir verða javnan órógvaðir í frítíðini av starvsfeløgum, avvarandi ella sína síni egnu leiðslu.

– 34,2% av námsfrøðingunum og 12,6% av hjálparfólkunum siga tað sama.