Tað er nógv at gera á Dímunargarði

- Tað er nógv at gera í Stóru Dímun, tá fjøllini verða gingin, og skurðurin skal fáast frá hondini, sigur Jógvan Jón Petersen.

 

 

 

Tað er altíð nógv at gera á einum bóndagarði, og soleiðis er eisini á Dímunargarði.

Í Stóru Dímun hava tey fyrr í heyst slaktað nakrar kálvar og onkra kúgv, sum tey fletta, skera sundur og pakka í eskjur á umleið 20 kilo. Tað, sum ikki kann skerast til steikir, verður malið til fars. 

Í Stóru Dímun er heilsufrøðiliga góðkent sláturvirki, og tað ger umstøðurnar til slakt, bæði av seyði, kálvum og gæs og ymiskt annað arbeiði, sum hoyrir til, ógvuliga góðar.

- Vit hava nógv føst viðskiftafólk til kálvs-og neytakjøt og sama er við seyðaslaktinum, sum nú stendur fyri durum.

Jógvan Jón Petersen sigur, at tey eru mong, sum ár um ár keypa og hava keypt kjøt og grøði úr Stóru Dímun. Hann vísir á, at hóast viðskiftafólkini eru mong, eru fólk altíð vælkomin at venda sær til garðin og spyrja seg fyri.

Í Stóru Dímun fletta tey eini 400 til 450 lomb, ær og veðrar á hvørjum heysti.