Tað er nógvur vindur í kvøld

Á Fámjinsvegnum er stormur, og sera nógvur vindur er í hvirlunum um alt landið

Tað er nógvur vindur um alt landið í kvøld, og ringa veðrið hevur millum annað havt við sær, at eitt flogfar hjá Atlantsflogi mátti avlýsa. Veðrið er ikki bara keðiligt í hæddini, men kann eisini ávirka ferðsluna á landi.

Tað ræður tí um at vera varin við bili í kvøld, tí tað kann vera sera nógvur vindur í hvirlunum, og koyrilíkindini eru ikki serliga góð.

Soleiðis sær út kring landi beint nú, sambært Landsverki:

  • Dalavegur til Viðareiðis  - kl. 21:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Klaksvík, Gerðabøur - kl. 21:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 32 m/s
  • Syðradalur - kl. 21:05 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Gjáarskarð - kl. 20:50 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Kambsdalur - kl. 21:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Gøtueiði - kl. 21:04 Skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 21:05 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 21:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 25 m/s
  • Streymnes - kl. 21:05 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 21:04 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Høgareyn - kl. 21:04 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Á Sandavágshálsi - kl. 21:05 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 21:05 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 32 m/s
  • við Velbastaðháls - kl. 21:03 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 21:04 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 21:09 Stormur, í hvirlunum upp til 38 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 21:05 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s