Tað er nú, tú skalt skifta til vetrardekk!

Sjálvt um veðrið enn er rættiliga lýtt fyri árstíðina, so far ikki skeiv/ur: Tað er nú, tú skalt skifta til vetrardekk!

Veturin í Føroyum er ofta vátur heldur enn hvítur við hitastigum yvir frostmarkið, og í ár er einki undantak í so máta.

Hjá teimum í First Stop á Hoyvíksvegi í Havn sær Fríðrikur Bláhamar, at kundarnir skifta dekkini heldur seinni í ár enn árini frammanundan. Tað økrymlar roynda dekkmannin.

”Flestu okkara hugsa fyrst og fremst um vetrardekk sum dekk, ið skulu standa føst í kava og á ísi, men um tú bíðar eftir fyrsta náttarfrostinum, er tað ov seint”, sigur Fríðrikur Bláhamar í First Stop Føroyar.

Vetrardekk skulu undir bilin longu við uml. 7 stig.

“Tá ið hitastigini lækka, verður gummi’ið í dekkunum harðari, og eitt hart dekk gevur verri vegtak og longri bremsulongd. Tí hava vetrardekkini eitt serstakt gummibland, sum ger, at dekkið ikki verður hart, sjálvt um hitastigini lækka, greiðir Fríðrikur frá. “Samstundis hava vetrardekk eitt annað dekkmynstur enn summardekk, so dekkið bítur seg betri fast í vátakava, kava og ís. Stutt sagt skulu vetrardekk á bilin, tá ið asfaltið er kalt, um tú vilt koyra trygt og væl”.

##med2##

Tilmæli frá FDM og ADAC: Bestu vetrardekkini til føroyska veturin

Hvørji vetrardekk skalt tú so velja til bilin? Úrvalið er stórt og prísirnir kunnu vera ójavnir, men Fríðrikur er ikki í iva um, hvørji dekk hann viðmælir:

”Veturin í Føroyum er meira vátur enn hvítur, so eitt gott vetrardekk skal ikki bara koyra í kava og á ísi, men tað skal eisini hava góðar eginleikar á turrum og serliga vátum vegum við lágum hitastigum”, greiðir Fríðrikur frá.

ADAC, sum er størsti bilfelagsskapur í Europa hevur saman við FDM roynt eina røð av vetrardekkum, og báðir felagsskapirnir siga, at Blizzak LM 005 frá Bridgestone avgjørt er besta vetrardekkið, ið er, og tað er fram um alt eginleikarnir á turrum og vátum vegi, ið skilur Blizzak LM005 frá øðrum vetrardekkum.

Einki við at standa við vegjaðaran og skifta punkterað dekk

Afturat tí at vera eitt framúr vetrardekk, so er ein eyka orsøk til, at Fríðrikur viðmælir LM 005-dekkið.

”Velur tú at gjalda 10 % eyka fyri tíni LM 005-vetrardekk, so kanst tú fáa dekkini við DriveGuard-tøkni, sum ger, at tú kanst koyra 80 km víðari við upp til 80 km/t, sjálvt um tú punkterar. Dekkini fella ikki saman, og tú sleppur undan at standa í vegjaðaranum eitt myrkt kvøld í regni og vátakava og skifta dekk”, sigur Fríðrikur.