Tað er óskiljandi at samgongan ger hetta ímóti pensjónistum

Samgongan gevur teimum, sum hava mest frammanundan, enn meir

 

 

Vit eru vónbrotin av ætlanini hjá samgonguni at betra um viðurskiftini hjá teimum pensjónistum, sum vilja arbeiða.

Tað siga tey í Landsfelagnum hjá pensjónistum, nú Løgtingið fer at viðgera nøkur uppskot frá samgonguni um viðurskiftini hjá pensjónistum.

Í hesum sambandi er ætlanin at lækka upphæddina, pensjónstar kunnu tjena, áðrenn tað ávirkar pensjónina. Í løtuni liggur hon um 60.000 krónur, men nú ætlar samgongan at lækka hana heilt niður í 40.000 krónur.

– Lækkingin førir við sær, at áhugin hjá pensjónistum at arbeiða minkar. Hetta serstakliga pensjónistar, ið forvinna sær eina minni inntøku afturat pensjónini, sum grafur 1 vísir, sigur Beata L. Jensen, forkvinna í Landsfelagnum hjá pensjónistunum.

 

##med2##

Í talvu eitt síggja vit, at verandi pensjónistar, sum fáa minst, eru teir, ið hava eina inntøku uppá 60.000 krónur um árið afturat pensjónini. Hesir fáa við nýggja lógaruppskotinum einans 868 krónur um mánaðin.

– Tað er slett ikki í samsvar við tað, vit annars hoyra í fjølmiðlunum, nevniliga, at pensjónistarnir fáa 1.080 krónur meira um mánaðan, sigur hon.

Samstundis fáa teir pensjónistar, ið hava eina inntøku uppá 140.000 krónur um árið, eina hækking uppá 2.416 krónur um mánaðin, ella næstan tríggjar ferðir so nógv.

– Vit hava onki ímóti, at hesir fáa eina hækkan, men tað er órímiligt, at pensjónistar við eini lágari inntøku, fáa minst, sigur felagið.

Tey siga, at tá vit so hyggja eftir teimum, ið verða pensjónistar eftir 1. jan. 2020, er støðan enn meira óskiljandi, sum sæst á grafi 2.

 

##med3##

Hendan talvan vísir, at ein pensjónistur, ið hevur eina inntøku uppá 375.000 krónur um árið, fær eina hækking uppá 2.292 krónur um mánaðin. Hetta er meira enn tríggjar ferðir so nógv sum ein við eini inntøku uppá 60.000 krónur, fær, tí hann fær bara 747 krónur um mánaðin.

– Er ætlanin at eggja pensjónistum at arbeiða eitt sindur eftir pensjónsaldur, ger hetta uppskotið tað mótsatta, sigur Landsfelag Pensjónistanna.

– Undan valinum ljóðaði tað sum, at bæði Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin tóku undir við ynskjunum hjá Landsfelag Pensjónista at hækka frádráttarfría inntøkumarkið upp til 100.000 krónir fyri at eggja pensjónistum at arbeiða, men tað er helst gloymt, leggja tey afturat.

Tey vísa annars á, at í Danmark varð inntøkumarkið hækkað úr 30.000 krónum, upp í 122.000 krónur, tí at samfelagið hevur brúk fyri, at pensjónistar eru á arbeiðsmarknaðinum.

– At landsstýrið ger tað beint mótsatta, er óskiljandi fyri okkum, tí í Føroyum er eisini brúk fyri arbeiðsmegi. Landskassin og kommunurnar fáa jú skattainntøkur, tá pensjónistar eru á arbeiðsmarknaðinum.

– Landsfelag Pensjónista mælir løgtinginum at broyta lógaruppskotið við hesi skeiva, sosiala býtinum, soleiðis at peningur verður latin til teir pensjónistar, ið eru í fátækraváða.

Vit hava í dag 2.500 pensjónistar, ið eru í fátækraváða, og eiga teir at lyftast upp, sigur felagið.