Tað er óskiljandi at tað skuldi koma so langt

Tey vildu spara einar tvær milliónir, men ístaðin endaði tað við eini útreiðslu sum verður mangt slíkt

– Eg skilji ikki, at tað skuldi koma so langt, tí hetta var óneyðugt. Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í tíðindunum á FM1.

Grótið úr Sandoyartunlinum er blivið ein partur av valstríðnum upp undir býráðsvalið í Havn seinni í ár. Og tað er tað blivið eftir at tað kom fram, at Runavíkar Býráð fer avstað við tí mesta av grótinum.

Úrslitið av tí, er at nú skulu yvir 30.000 lastbilar koyra fullur av grótið eftir havnargøtum á veg av Gomlurætt ígjøgnum Eysturoyartunnilin, til Runavíkar. Men teir skulu koyra tómir aftur ýr Eysturoynni til Gomlurætt, so tilsamans er úrslitið, at næstan 70.000 lastbilar skulu eftir vegunum í Havn hesa næstu tíðina.

Tórshavnar Býráð royndi eisini at fáa fatur á grótinum úr Sandoyartunlinum til eitt vinnuøkið á Gomlurætt, men samráðingarnar við tunlafelagið slitnaðu, tí partarnir samdust ikki um prísin.

Tað, sum fekk partarnar at fara hvør til sítt, var ósemjan um, hvør skuldi planera og asfaltera nýggja vinnuøkið. Býráðið kravdi, at tunlafelagið skuldi gera tað, men tað vildi tunlafelagið ikki. Stjórin í tunlafelagnum, Teitur Samuelsen, segði, at teirra uppgáva var at gera ein tunnil, ikki at gera eitt ídnaðarøki.

Tróndur Sigurðsson sigur, at úrslitið er, at meirilutin í Tórshavnar Býráð vildi ikki rinda 1,5 ella tvær milliónir afturat fyri grótið fyri at fáa eina avtalu við tunlafelagið.

Men nú endar kommunan við eini rokning fyri slit á vegirnar eftir 70.000 lastbilar, og tann rokningin verður nógvar ferðir størri.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hvat Tróndur Sigurðsson segði á FM1 um grótmálið.