Tað er politiskt ódnarveður í Danmark

Næstformaðurin hjá Lars Løkke Rasmussen í Vinstra er av álvara komin í andglettin

mynd: politiken.dk

mynd: politiken.dk

Tað er politiskt ódnarveður í flokkinum hjá Lars Løkke Rasmussen, sum fyrr í summar tapti fólkatingsvalið og síðani fór frá sum forsætismálaráðharri.

Edmund Joensen, sum á fólkatingsvalinum 5. juni varð valdur fyri Sambandsflokkin í Føroyum, er partur av fólkatingsbólkinum hjá Vinstra.

Í andglettinum er næstformaðurin í Vinstra, Kristian Jensen, sum í stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen fyrst var uttanríkismálaráðharri og síðani fíggjarmálaráðharri. Higartil hevur tað verið roknað við, at hann fer at verða formaður í flokkinum, tá ið Lars Løkke Rasmussen einaferð fer at leggja frá sær.

Kjarnin í stríðnum er, at Kristian Jensen, sum er næstformaður í flokkinum og formaður í tingbólkinum, í hesi vikuni í samrøðu í Berlingaranum hevur undirstrikað, at tað ikki fer at koma upp á tal í framtíðini, at Vinstra fer at skipa stjórn saman við Sosialdemokratunum.

Undan fólkatingsvalinum skelkaði Lars Løkke Rasmussen partar av flokkinum, tá ið hann í samrøðubók skeyt upp, at teir báðir stóru flokkarnir – Sosialdemokratarnir og Vinstra – skuldu skipa stjórn saman í roynd at halda víðgongdu flokkarnar frá valdinum. Óvæntaði leikurin hjá Lars Løkke Rasmussen verður roknaður at vera høvuðsorsøkin til, at Vinstra hevði stóra framgongd bæði á ES valinum og fólkatingsvalinum.

Nú eru tað tey í Vinstra, sum halda, at Kristian Jensen í samrøðuni í Berlingaranum stingur floksformannin í ryggin, og tí vilja tey hava hann frá. Tað er bara landsfundurin hjá flokkinum, sum hevur rætt at velja formann og næstformann, og landsfundurin verður í november. Tað eru tó tey, sum tosa um møguleikan at kalla inn til eykalandsfund fyri at umskipa leiðsluna.

Fyrr í vikuni varð Kristian Jensen valdur til formann í fólkatingsbólkinum hjá Vinstra. Tað verður hildið, at møguleiki er fyri, at hann heilt skjótt kann missa henda sessin.

Kristian Jensen er valdur í Jyllandi, og har eigur hann nógvar politiskar stuðlar. Tey, sum vilja hava hann frá, eru fleiri, sum eru vald í Keypmannahavn og á Sjællandi. Ein teirra er Claus Hjort Frederiksen, sum altíð hevur verið millum høvuðsstuðlarnar hjá Lars Løkke Rasmussen, og sum var fíggjarmálaráðharri, inntil stuðlarnir hjá Kristian Jensen kravdu, at teirra maður skuldi vera fíggjarmálaráðharri. Tá flutti Claus Hjort Fredereriksen í verjumálaráðið.

Í gjár og í dag og í morgin hevur fólkatingsbólkurin hjá Vinstra summarfund. Í morgun kravdi Claus Hjorth Frederiksen, at Kristian Jensen skuldi leggja frá sær. Fleiri stuðlaðu honum, og so var rættiligt rok, tí stuðlarnir hjá næstformanninum vardu sín mann.

Eygleiðarar vísa á, at tað snýr seg um, at Kristian Jensen er ótolin eftir, at Lars Løkke Rasmussen skal leggja frá sær sum formaður, og at hann so kann vinna formanssessin, sum hann leingi hevur bíðað eftir at vinna.

Stuðlar hjá Lars Løkke Rasmussen halda, at Kristian Jensen er ikki skikkaður at verða formaður, og nú verður leitað eftir øðrum, sum kunnu taka við, tá ið Lars Løkke Rasmussen fer at leggja frá sær. Lars Løkke Rasmussen hevur fyri stuttum boðað frá, at hann hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær.

Millum tey, ið verða nevnd sum møguligir framtíðar avloysarar í formanssessinum eru Jacob Ellemann Jensen, sonur fyrrverandi formannin Uffe Ellemann Jensen, sum nú er politiskur framsøgumaður, og Inger Støjberg, sum inntil fólkatingsvalið fyrr í summar var ráðharri í útlendingamálum. 

mynd: politiken.dk