Tað er púra óneyðugt at tosa um hetta nú

Arbeiðið, sum Bogi Andreasen seta í verk, er langt síðani komið væl áleiðis, sigur Marin Katrina Frýdal

– Tað er óneyðugt hjá Boga Andreasen at reisa málið í býráðnum, tí vit eru longu komin væl áleiðis við arbeiðnum.

Tað sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, og forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.

Í morgun kunngjørdi Bogi Andreasen, sum eisini er formaður í vinnunevndini hjá býráðnum, at hann fer at reisa málið í býráðnum um at bera so í bandi, at fólk skuldi fáa loyvi til at byggja íbúðir á loftinum á neystum í Tórshavnar Kommunu.

Tað kanst tú lesa meiri um her: Øll neyst skulu kunna hava íbúð á loftinum.

Marin Katrina Frýdal sigur, at hetta er eitt arbeiðið, sum langt síðani er samtykt, og sum sjøtul eisini langt síðani er settur á, sigur hon. Og hon vónar, at ein frágreiðing fyriggur einaferð í næsta mánað.

Annars sigur Bogi Andreasen sjálvur í byggi- og býarskipanarnevndini, so hann átti at vita, at sjøtul er langt síðani settur á hetta arbeiðið, leggur hon afturat.

Hon sigur, at Tórshavnar Býráð fær nógvar umsóknir um at fáa loyvi til at innrætta loft á neystum til íbúðir.

Men hon sigur, at tað er neyðugt at seta øll hesi viðurskiftini í ein samanhang og tí verður arbeitt við eini bláari ætlan í býráðnum, sum nettupp umfatar bygging fram við sjóvarmálanum.

Hon sigur, at tað eru nógv viðurskifti at taka støðu til, bæði vegir og atkomuviðurskifti annars, bæði hjá vanligari ferðslu og hjá neyðsendarakførum. Harummframt skal støða eisini skal takast til vatnveitingar og kloakkviðurskiftini.

Og so skal støða eisini takast til um talan skal vera um frítíðarbústaðir, ella fastar bústaðir, sum loyvi kann gevast til at innrætta á neystaloftum.

Tað er eisini hugsandi, at brim, og aðrar umstøður gera, at tað ber ikki til at gera tað allastaðni í kommununi, leggur hon afturat.

– Vit kunnu altíð fegnast um, at neystini fáa nýtt lív, heldur enn at tey kanska forfarast, sigur Marin Katrina Frýdal.