Tað er revsivert at tekna á valplakatir

- Tað kostar pengar hjá flokkunum at gera hetta valplakatir, og tí er tað ein økonomiskur missur, um tær verða oyðilagdar, sigur løgreglan

Hetta er í Klaksvík. Onkur hevur lagt plakatir hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum niður (Mynd: News.fo)

Hetta er í Klaksvík. Onkur hevur lagt plakatir hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum niður (Mynd: News.fo)

Herverk á valplakatir er nakað, sum hendir til so at siga hvørt einasta løgtings- og fólkatingsval. Tað slepst næstan ikki undan. Og soleiðis er aftur í ár.

Politikarar hava gjørt vart við, at valplakatir eru bæði skræddar niður og meiggjaðar til við tussj. 

Men tað, sum fólk kanska ikki hugsa um, tá tey tekna á plakatirnar, er, at tað er revsivert. 

- Tað hevur altið verið okkurt smávegis herverk á valplakatir. Tú kanst blíva skuldsettur fyri at gera teg inn á valplakatir, tí tað er í prinsippinum herverk. Men vit hava onga fráboðan fingið um hetta í ár, sigur vakthavandi hjá løgregluni.

- Tað kostar pengar hjá flokkunum at gera hetta valplakatir, og tí er tað ein økonomiskur missur, um tær verða oyðilagdar. Tí kunnu tey væl melda herverkið.

##med2##

Í Danmark hevur mann sæð, at politiskt motiverað herverk á valplakatir, sum løgreglan har tekur í størstan álvara. Men so umfatandi herverk er tað tó ikki í Føroyum.

- Tað einasta, vit kenna til, er, at tað eru full fólk, sum hava gjørt tað í vikuskiftunum. Her er ikki talan um nakað skipað herverk, har fólk fara út at knúsa alt hjá ávísum flokkum. 

Men verður mann skuldsettur, kann mann rokna við einari bót.

- Hetta er í smátingsavdeilingini, og tað kann blíva til eina bót til brotsmannin í ringasta føri, sigur vakthavandi, sum vil ráða fólki frá at gera slíkt herverk.

##med3##

Hetta er í Klaksvík. Onkur hevur lagt plakatir hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum niður (Mynd: News.fo)

Her er tað løgmaður, sum er blivin teknaður á (Mynd: Vágaportalurin - vp.fo)

Onkur hevur teknað á eina plakat hjá Anniku Olsen