Grótarbeiðið - tað, at sigla grót og gera ymiskar innstalatiónir aðrastaðni enn fram við sjálvum bryggjukantinum - heldur fram sum vanligt.

Tað er status við Skansabryggjuni

- Vit vóna, at partur av tí bryggjuni, sum skuldu takast í brúk í oktober, verður tikin í brúk til várs, og at bryggjan verður endaliga liðug í summar, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari.

 

Grótarbeiðið - tað, at sigla grót og gera ymiskar innstalatiónir aðrastaðni enn fram við sjálvum bryggjukantinum - heldur fram sum vanligt.

 

Í vikuni hevur rættiliga nógv fundarvirksemi verið í samband við Skansabryggjuna hjá Tórshavnar havn, men sum skilst er tryggingarspurningurin enn ikki komin endaliga upp á pláss.

Sambært avtaluni millum entreprenørfelagið, J&K Petersen og Tórshavnar kommunu, skuldi tann parturin av atløgubryggjuni, sum er eystursíðan á gamla mola, latast kommununi í seinnu hálvu av oktober í fjør.

Eystursíðan av gamla mola hevur fingið bryggjukant, og tað er henda bryggjan, sum skuldi handast í oktober.

Men, handanin varð útsett, tá tað gjørdist greitt, at akkersbóltar eru slitnaðir. Soleiðis er eisini avhendingin av restini av stóru byggiverkætlanini, sum skuldi verða hin 15. mai í ár, útsett.

Øll tíðarætlanin broyttist í heyst, tá tað vísti seg, at 12 av umleið 200 akkersboltum, sum skulu halda nýggju atløgubryggjuni upp á pláss, eru slitnaðir. Boltarnir skulu tryggja, at bryggjukanturin ikki skrædnar úr landi.

Jónsvein Lamhauge hevur eisini víst á, at ein arbeiðstøkutrygging - ella enterprisutrygging - tekur við í slíkum føri, tí tað er tryggingin, sum eftir hansara tykki eigur at gjalda fyri ein slíkan skaða.

- Men, tíð er eisini pengar, sum havnarmeistarin hevur tikið til.

Tórshavnar havn og Betri Trygging, har arbeiðið er tryggjað, hava arbeitt við loysnum, men sambært Jónsveini Lamhauge, havnarmeistara, eru enn ikki allar súður syftar.

##med2##

In.fo hevur í dag sett havnarmeistaranum, sum hevur verið nógv upptikin av fundarvirksemi, nakrar spurningar, sum hann eisini hevur verið so beinasamur at svara.

Hvat er status við havnaútbyggingini, nú vit skilja, at tað mesta av arbeiðnum liggur stilt?

- Grótarbeiðið - tað, at sigla grót av Glyvursnesi og at gera ymiskar innstalatiónir aðrastaðni enn fram við sjálvum bryggjukantinum - heldur fram sum vanligt.

Jónsvein Lamhauge sigur, at arbeiðið at gera sjálvan bryggjukantin og at umvæla skaðan á akkersboltarnar liggur stilt.

Hvussu gongur at loysa tryggingarspurningin - er nøkur loysn í eygsjón, sum partarnir kunnu liva við?

- Vit halda okkum hava teknað eina trygging, sum dekkar skaðan. Betri Trygging hevur enn ikki givið okkum endalig boð um, hvussu nógv tryggingin dekkar, sigur hann.

Er nøkur nýggj tíðarætlan løgd fyri, nær bryggjan, sum skuldi handast síðst í oktober, verður liðug?

- Vit vóna, at partur av tí bryggjuni, sum skuldu takast í brúk í oktober, verður tikin í brúk til várs, og at bryggjan verður endaliga liðug í summar.

Nær verður samlaða verkætlanin liðug, og er nøkur nýggj kostnaðarmeting?

- Vóna at verkætlanin er liðug seint í summar, men vit hava ikki nakra kostnaðarmeting enn, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari.

##med3##

Grótarbeiðið - tað, at sigla grót og gera ymiskar innstalatiónir aðrastaðni enn fram við sjálvum bryggjukantinum - heldur fram sum vanligt.

Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari hjá Tórshavnar havn.

- Betri Trygging hevur enn ikki givið okkum endalig boð um, hvussu nógv tryggingin dekkar, sigur Jónsvein Lamhauge.