Fólk, sum stúra fyri pínu, tykjast at merkja pínuna meira enn tey, sum stúra minni. Tí er tað eisini eitt psykologiskt sjónarhorn í pínuviðgerð.

Tað er trupult at máta pínu

Fólk, sum eru von við pínu, tykjast at hava eitt hægri pínumark. Tey, sum hava góðtikið kronisku pínuna og hava lært at liva við henni, kunnu uppliva, at pínan minkar við tíðini.

Fólk, sum stúra fyri pínu, tykjast at merkja pínuna meira enn tey, sum stúra minni. Tí er tað eisini eitt psykologiskt sjónarhorn í pínuviðgerð.

 

Tað kemur neyvan óvart á nakran, at kronisk pína minkar munandi um lívsgóðskuna hjá okkum menniskjum. Pína minkar eisini um virkisførleikan, arbeiðsførleikan og sosiala virkishugin. Pínulinnan stuðlar undir lekjandi mekanismurnar, men áhaldandi pínulinnan kann elva til trupul hjáárin sum gera, at tað kann vera vert at royna ymiska alternativa viðgerð.

Sambært Heilsustýrinum í Danmark er kronisk pína størsta einstaka orsøkin til sjúkufráveru, og her er talan serliga um pínu í nakka, ryggi, lendum og pínu, sum stavar frá slitgikt ymsastaðni í kroppinum.

Talan er um kroniska pínu, tá pínan hevur vart í umleið eitt hálvt ár ella pínu, sum er íkomin orsakað av skaða, har pínan heldur fram longri enn væntaðu grøðingartíðina.

Tað er trupult at máta pínu, eins og upplivingin við pínu er ógvuliga individuell. Fólk, sum eru von við pínu, tykjast at hava eitt hægri pínumark. Tey, sum hava góðtikið sína kronisku pínu og hava lært at liva við henni, kunnu uppliva, at pínan minkar við tíðini.

Fólk, sum stúra fyri pínu, tykjast hinvegin at merkja pínuna meira enn tey, sum stúra minni. Tí er tað ikki bara eitt fysiologiskt, men eisini eitt psykologiskt sjónarhorn í pínuviðgerð.

Vanliga verður heilivágur sum paracetamol og ibuprofen brúktur til at lætta um pínu. Men, er pínan ógvusligari, verður ofta morfin og morfinlíknandi heilivágur í ymiskari styrki – og ymiskari samanseting – brúktur til linnan. Trupulleikin við langtíðarbrúki av heilivági og nógvu hjáárinunum er, at nýtslan kann enda við, at fólk gerast bundin at heilivági.

Í slíkum føri kann tað vera vert at kanna eftir, um onkrir vandaleysari hættir møguliga eru, sum kunnu minka um nýtsluna av traditionellum heilivági – og samstundis linna um pínuna.

Fólk skulu tó vita, at nakrir alternativir terapihættir mót kroniskari pínu hava tað til felags, at teir skulu brúkast hvønn dag í eina tíð, áðrenn teir virka móti pínuni. Fólk eiga eisini at hava í huga, at virknaðurin við alternativari viðgerð ikki neyðturviliga megnar at ”matcha” sterkan heilivág.

Góður náttarsvøvnur er týdningarmikil, tá vantandi svøvnur minkar um okkara pínumark. Ein kanning vísir, at 53 prosent av sjúklingunum við kroniskari lendapínu líða av svøvnloysi móti bert trimum prosentum millum tey, sum onga pínu hava. Vantandi svøvnur kann erta fram ringa høvuðpínu og migrenu.

Ein kanning við 1868 tilburðum av høvuðverki vísti greitt, at svøvnur verjir munandi móti herðindum við høvuðpínu í staðin fyri at erta tey fram, og kanningin vísti eisini, at heili 29 prosent av tilburðum við ringum høvuðverki høvdu sína orsøk í svøvnloysi.

Maturin, sum vit eta, kann eisini hava sína ávirkan á okkara pínumark – antin við at fremja ella tálma bruna í likaminum. Eitt amerikanskt vísindaligt føðslurit hevur skrivað, at matvørur við høgum innihaldi av sukuri veksa um brunan í likaminum – við pínu, hita, roða, verki og møguliga niðursettum virkisførleika.

Fólk við kroniskari pínu fáa tí serligt gagn av kosti, sum tálmar bruna.

##med2##

Men, hvat er so at siga um alternativa fysiska pínuviðgerð?

Viðgerðarhættir sum akupunktur, mýking, sonuterapi og TNS (Transcutan NerveStimulation), hava hjálpt nógvum við kroniskari pínu, og TNS-tól til heimabrúk kunnu keypast í fleiri handlum.

Um tú líður av kroniskari rygg-og vøddapínu, eigur tú at fáa kannað, um trot er á D-vitaminum, tá slík pína í nøkrum førum hevur sína orsøk í vantandi D-vitaminum.

Viðgerð við heilivági, sum minkar um kolesterol, kann elva til vøddapínu sum hjáárin, tí eginframleiðslan í likaminum av tí, sum rópt verður coenzym Q10, minkar við hesi viðgerð. Men, eitt tilskot við Q10 á 100 mg., kanska 200 mg., eigur at kunna hjálpa upp á hetta. Leggjast kann aftrat, at Q10 skal takast við eina máltíð.

Vísindaligar kanningar siga, at omega-3-feittsýrur av slagnum EFA, sum eru í fiskaolju, virka væl móti bruna og pínu, og at hjáárinini her eru nógv færri.

DL-fenylalanin, sum er samanbindandi aminosýra, verður mett at virka væl móti einari røð av pínu, sum stavar frá eitt nú gikt, migrenu, vøddakrampum, nervapínu og pínu eftir skurðviðgerð. Virknaðurin er, at DL-fenylalanin steingir fyri einum ensymi ella kveiki í nervaskipanini, sum annars veksur um pínufráboðanir í likaminum. DL-fenylalanin verður tikið í tóman maga við vatni, og hetta kann eisini takast samstundis, sum annar pínulinnandi heilivágur verður tikin.

Ein røð av plantum hava eisini pínulinnandi evni, og í tilgjørdum formi kann nøgdin av hesum evnum verða nóg stór til at vera pínulinnandi. Kili, sum er eitt slag av pipari, hevur í sær evni, sum verður rópt capsaisin, og hetta evnið fremur framleiðsluna í likaminum av pínulinnandi endorfinum. Tað er tó ikki so effektivt at eta kili, tí eftir bert hálvum øðrum tíma kann hetta slag av pipari ikki longur sporast í blóðinum. Capsaisin er tískil meira effektivt, tá evnið verður smurt á húðina, har tað hjá summum hevur góðan virknað.

Kryddurtin gurkumaia hevur í sær evnið curcumin, sum virkar móti bruna, serliga um gurkumaia verður tikið saman við bromalein. Ein kanning hevur víst, at gurkumaia-úrdráttur tykist vera eins effektivur sum ibuprofen til viðgerð av giktapínu í eitt nú knøum, men eisini aðrastaðni í kroppinum. Við tað, at gurkumaia er tálmandi mótvegis bruna, hevur urtin ein góðan virknað sum pínulinnan fyri ymiska likamspínu.

Kelda: www.helse.dk

 

 

Fólk, sum stúra fyri pínu, tykjast at merkja pínuna meira enn tey, sum stúra minni. Tí er tað eisini eitt psykologiskt sjónarhorn í pínuviðgerð.