Tað fara vit aldrin at góðtaka

Men tað skal vera greiður skilnaður ímillum ferðavinnu og vanligum fólki

Tað verður av ongum, staðfestur Símun Gullaksen, bóndi í Fugloy, og stjóri í Jarðum

Tað verður av ongum, staðfestur Símun Gullaksen, bóndi í Fugloy, og stjóri í Jarðum

Vit fara aldrin at góðtaka, at øll skulu sleppa í fjøllini sum vilja. Tað sigur Símun Gullaksen, stjóri í felagnum Jarðir, sum Óðalsfelagið og Bóndafelagið hava stovna við tí endamáli at fáa skipað viðurskifti í sambandi við gongd í haga.

Í gjár ásannaði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, og í landbúnaðarmálum, at tað er ein torfør uppgáva at fáa semju um rættin hjá fólki at fara í hagan.

Men hansara sjónarmið er, at fólk skulu hava rætt til at fara í hagan, og tey skulu ikki rinda fyri tað, uttan so at tey fáa eina ítøkiliga tænastu afturfyri. Hinvegin stendur tað í samgonguskjalinum, at hesi viðurskifti skulu skipast í semju við allar partar og nú roynir hann at finna tann gylta millumvegin, ella eina neyðsemju, sum allir partar kunnu liva við, bæði bøndur, ferðavinna, og fólk annars.

LES MEIRI HER: Hetta er ringt at fáa semju um

Símun Gullaksen vil ikki í smálutir í málinum so leingi tað er í viðger. Men hann sigur kortini, at myndugleikarnir kunnu gloyma alt um at hvørsmansrætturin til at fara í hagan, skal vera galdandi.

– Vit fara aldrin at góðtaka, at fólk skulu sleppa at ganga í haganum, sum tey vilja, sigur hann. Men hann sigur, at tey hava ein greiðan skilnað ímillum vinnuliga ferðavinnu og vanlig fólk, sum fara ein túr í hagan.  

– Tað verður ein ófrávíkilig treyt, at tey, sum dríva vinnuliga ferðavinnu, skulu rinda fyri at brúka hagarnar í samband við ferðafólk, sum koma til Føroyar. Tað merkir, at ferðafólk, sum koma til Føroya at uppliva Føroyar, skulu rinda fyri at fara í hagan.

Símun Gullaksen sigur sostatt, at ferðafólk skulu rinda fyri at fara í hagan – og tey skulu ikki bara rinda fyri ítøkiligar tænastur. Myndugleikarnir skulu ikki leggja seg út í hvørjar tænastur, tey annars fáa, sigur hann.

Vanlig fólk, sum fara í hagan hava altíð kunna gjørt tað – og tað fara tey eisini framvegis at kunna, uttan at rinda fyri tað. Og vanlig fólk, sum fáa gestir uttanlands, kunnu eisini fara ein túr í hagan við teimum, uttan at rinda fyri tað. Tey verða ikki tald upp í tann vinnuliga partin, tí tey, sum tey koma at vitja í Føroyum, taka ikki pengar fyri tað og sostatt er ikki talan um vinnulig ferðavinna.

– Eg kenni einki til, at vanlig fólk hava havt trupulleikar í hesum sambandi, og tað fáa tey heldur ikki fram yvir, sigur stjórin í Jarðum.

Men hann sigur, at felags fyri øll, sum fara í hagan, verður, at tey skulu boða frá, áðrenn tey fara. Tað eru tríggjar orsøkir til tað. Fyrsta orsøkin er, at so verður lógin hildin. Onnur orsøkin er tann, so kunnu bøndurnir skilja ímillum, hvat er vinnulig ferðavinna, og hvat eru fólk, sum bara fara ein túr. Og at enda er talan um trygd, tí við eini fráboðanarskyldu fæst altíð greiði á um fólk er í haganum, og um tey eru afturkomin.

Hann leggur afturat, at fráboðanarskyldan er nevniliga eisini í galdandi núverandi lóggávu, men hon hevur tó ongantið verið útint í verki, men tað skal hon nú verða.

Tað verður av ongum, staðfestur Símun Gullaksen, bóndi í Fugloy, og stjóri í Jarðum