Tað gamla møtir tí nýggja

– Á Húsarhaldsskúla Føroya møtir tað gamla tí nýggja á kreatvian hátt, og næmingarnir knýta vinabond fyri lívið, greiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, frá

Eitt skeið á Húsarhaldsskúla Føroya er ein uppliving fyri lívið – og torført er at lýsa týdningin av royndum og minnum, eitt slíkt skeið gevur, tí hetta er ein skúli, har næmingar sleppa at spenna seg út á fleiri økjum, meðan vinabond verða knýtt.

Húsarhaldsskúli Føroya byggir á eina áhugaverda søgu og er ein týðandi mentanarberi í dagsins samfelag, bæði tá tað snýr seg um mat og um hondarbeiði.

Ein partur av siðbundna føroyska matinum er við at hvørva í føroysku matmentanini, og tí verður tilvitað undirvíst í hesum.

– Allir næmingarnir hjá okkum royna at gera blóðpylsu, rullupylsu, hagreiða fugl og seyð, seta epli niður og taka epli og rabarbur upp. Vit fiska og gera knetti og frikadellir, men vit gera eisini fisk og kips og sushi, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri.

Brúka hendurnar
Á Húsarhaldsskúlanum verður eisini stórur dentur lagdur á hondarbeiði, sum veruliga er vaksið í virði bæði í Føroyum og uttanlands, og fleiri av næmingunum gera síni egnu føroysku klæði. Eisini vísur nógv gransking nú, at hondarbeiði er serliga gott fyri sálarheilsuna.

Men dentur verður ikki bert lagdur á tað siðbundna, tí á Húsarhaldsskúla Føroya møtur tað gamla tí nýggja á kreatvian hátt. Dentur verður lagdur á uppaling, heilsu, kropp, siðbundna og nýmótans matmentan, matgerð og umhvørvið.

– Vit hugsa nógv um umhvørvið, og tað liggur okkum tætt at hjarta at hugsa grønt, burðardygt og heilsugott, og at næmingarnir gerast meir tilvitaðar um og góðar við umhvørvið. Millum annað seyma vit okkara egnu kaffifiltur, ganga høgt upp í, at vit ikki spilla mat og luttaka í árliga tiltakinum Rudda Føroyar, greiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti frá.

Vinabond verða knýtt
Skúlin er karmur um eina modernaða ungdómsmentan, sum tekur støði í nútíðini, raðfestir hjartarúm og dygd og tekur trivnað, menning og lívsgóðsku í hægsta álvara.

Teir mongu hugnaligu krókarnir, spennandi rúmini og angin av bakstri gera karmarnar um skúlan innbjóðandi, og tað er umráðandi, tá skúlin eisini eru heimið hjá næmingunum, hesar 26 vikurnar skeiðið er í gongd.

Hóast nógv grundleggjandi hendir á skúlanum, er Jóhanna á Tjaldrafløtti sannførd um, at tað, ið vigar allar mest hjá næmingunum, er tann sosiali parturin.

– Vit læra at vera saman hesar 26 vikurnar, sigur hon.

Hesum taka 17 ára gamla Kamilla Enomoto úr Vestmanna, og 16 ára gamla Anna Jóna Johannsen úr Norðskála undir við.

– Eg vil viðmæla øllum at fara á Húsarhaldsskúla. Sjálv ivaðist eg í, um eg skudu fara í 10. flokk, ella um eg skuldi velja hetta, og eg eri so glað fyri avgerðina og tað, sum eg havi fingið burturúr, sigur Anna Jóna Johannsen.

– Eg væntaði ikki, at samanhaldið for at vera so gott frá byrjanini av, sigur Kamilla Enomoto, sum greiðir frá, at hon hevur fingið fleiri tættar vinkonur hesar mánaðirnar.

– Eg havi fingið fleiri vinkonur, sum eg finni ordiliga væl útav tí saman við. Eg hevði ikki væntað tað, sigur hon.

– Vit verða jú eisini pressaðar eitt sindur, tí vit eru ikki í bólki saman við teimum somu, sum vit hava kamar saman við, so vit koma at kennast allar, leggur Anna Jóna Johannsen aftrat.

Tær halda báðar, at fleiri av vinabondunum, tær hava knýtt á háskúla uppihaldinum á Húsarhaldsskúla Føroya, eru fyri lívið.