Tað gekk ótrúliga skjótt at bjarga manninum

Í gjár komu trý fólk í kajak í neyð undir Drongunum í Vágum

Tað tók bara 19 minuttir frá tí at neyðarkallið kom til tyrla hevði fingið mannin upp í

Tað tók bara 19 minuttir frá tí at neyðarkallið kom til tyrla hevði fingið mannin upp í

Í gjáramorgunin komu trý fólk í kajak í neyð undir drongunum í munnanum í Sørvágsfirði. Tveir menn og ein kvinna vóru farin við kajak, men streymurin var so harður, at tey orkaðu ikki at rógva ímóti, men vórðu tikin av streymi.

Løgreglan sigur, at serliga hjá tí eini kajakkini mundi enda galið, tí hon hólvdist, og maðurin í henni fór á sjógv.

Hini bæði fingu boðað løgregluni frá og bæði tyrla, bjargingarbáturin, Sverri og ferðafólkaskipið, Jósup, sum eisini var á leiðini, vórðu send at hjálpa.

– Tað var so heppið, at tyrlan var í holt við venjing í Miðvági, so hon var ógvuliga skjót á staðið, sigur løgreglan.

Tey siga, at løgreglan varð send at leita eftir manninum, sum var farin á sjógv, tí hinar báðar kajakkirnar vóru á rættkjøl. Og tað eydnaðist at finna mannin at kalla beinan vegin og at fáa hann upp í tyrluna.

Løgreglan sigur, at tað var ótrúligt, sum tað varð skjótt borið at av bjargingarfólkunum. Vit fingu boðini klokkan 10.50, og longu 19 minuttir seinni, klokkan 11.09, var maðurin bjargaður upp í tyrluna, sigur løgreglan.

Tyrlan setti hann av í Vágum, har sjúkrabilur bíðaði eftir honum at føra hann á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tað er vanlig mannagongd av trygdarávum, sigur løgreglan.

Hinir báðir kajakkrógvararnir vórðu tiknir umborð á Sverra við Tindhólm, og førdir til lands.

Løgreglan sigur, at talan var um føroyingar. Tey vistu, at rekur hart undir Drongunum, men tey vórðu kortini tikin á bóli av, hvussu hart tað rak, og tískil komu tey í neyð.

Tað tók bara 19 minuttir frá tí at neyðarkallið kom til tyrla hevði fingið mannin upp í