Tað ger línuflotin í løtuni

Streymurin verður góður, men veðrið verður heldur óstøðugt teir næstu dagarnar.

 

Tvey ísfiskalínuskip eru á Rygginum og fiska. Annað skipið kemur inn at landa mánadagin, og hitt kemur møguliga síðst í vikuni.

- Skipini fáa mest av toski og nakað av svartkalva og blálongu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. 

Av seks ísfiskalínuskipum, sum í løtuni fiska vestan fyri, kemur eitt inn at landa mánadagin. Hini skipini landa helst síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.

- Línuskipini, sum eru vestan fyri, fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.

Eitt frystilínuskip fiskar í Eysturgrønlandi, eitt er í íslendskum sjógvi, og tvey fiska í føroyskum sjógvi. Haraftrat tekur eitt frystilínuskip móti fiski í Grønlandi.

Streymurin verður góður, men veðrið verður heldur óstøðugt.

- Vit vænta tó, at bátarnir fara at rógva út, tí ættin verður til vildar norðanfyri. Útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.