Tað gera trolararnir í løtuni

Tríggir trolbátar eru á landleiðini, men helst loysa onkrir trolbátar aftrat um vikuskiftið.

Myndin av trolbátinum Hansu Mariu er tilvildarlig.

Myndin av trolbátinum Hansu Mariu er tilvildarlig.

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør á upsaveiði, og sambært Fiskamarknaði Føroya fiska trý pør framvegis gulllaks. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Teir, sum eiga djúpvatnstrolararnir, taka tað meira róligt í løtuni, tí bert ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska svartkalva og koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

- Tríggir trolbátar eru á landleiðini, men helst loysa onkrir aðrir trolbátar eisini um vikuskiftið, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Tey vita eisini, at ein trolbátur er á Íslandsrygginum.

- Møguliga kemur onkur trolbátur inn at landa í morgin, og síðan koma hinir helst síðst í vikuni sum kemur.

Sagt verður, at trolbátarnir, sum fiska á landleiðini, hava eina blanding av toski, tungu, reyðsprøku og havtasku - og trolbáturin á Íslandsrygginum hevur mest av toski.

- Bara eitt garnaskip er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Væntand kemur garnaskipið inn at landa miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin av trolbátinum Hansu Mariu er tilvildarlig.