Tað gjørdi hvønn túr hjá Prince 15-20 minuttir longri enn neyðugt

Strandferðslan fer nú at skriva frágreiðing um siglingina hjá Prince um Suðoyroyarfjørð

Nú fer Prince av aftur landinum

Nú fer Prince av aftur landinum

– Vit fara nú at gera eina eftirmeting av hesi tíðini, Prince hevur røkt siglingina ímillum Havnina og Suðuroyar.

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðslan.

Smyril, sum hevur verið í dokk, varð settur í sigling aftur í gjáramorgunin og avloysaraskipið, Prince, fer nú aftur av landinum.

Alt gekk ikki eftir vild, eitt nú stóðu nógv fólk, og nógvir bilar eftir ein av teimum fyrstu døgunum. Men eitt, sum ferðafólk síðani hava gramt seg um, er at hvør túrur tók so langa tíð, serliga tók tað so langa tíð til fólk og bilar sluppu í land.

Hilmar Eliasen sigur, at ein stóran part av tí, er takkað verið ein mynd, sum varð lagt á Facebook, og har tað stóð, at hekkuportrið hevði staðið opið undir sigling.

Hilmar Eliasen sigur, at tá ið skiparin á Prince varð gjørdur varugur við ta myndina, gjørdi hann bart og vildi ikki loyva nøkrum niður á biladekki, heldur ikki manningini, fyrr enn báturin lá bundin við bryggju.

– Tað var stak óheppið, serliga fyri ferðafólkið, tí tað gjørdi hvønn túr 15-20 minuttir longri enn annars, sigur stjórin á Strandferðsluni.

Hann vísir eisini aftur, at portrið var opið undir sigling. Hann sigur, at støðan er tann, at í sambandi við innsiglingina til eina havn, fer manningin at loysa portrið og at gera klárt at koyra í land.

Tað er fyri at spara tíð, og tað verður eisini gjørt umborð á Smyrli, og tað var hetta, sum hendi umborð á Prince, tá ið myndin varð tikin, og ikki tað, at portrið hevði staðið opið allan túrin, sigur stjórin á Strandferðsluni.

Hann sigur, at annars er tað áhugavert, at tað er ongantíð fluttur so nógvur farmur ímillum Havnina og Suðuroy, sum hesar vikurnar, Prince hevur siglt.

Men hann sigur, at tað verður greitt nágreiniligari frá øllum hesum táið eftirmetingin er klár fyrsta dagin.

Smyril skal í dokk aftur um tvey ár, men Hilmar Eliasen sigur, at ongin avtala er um nakað avloysaraskip.

 

Nú fer Prince av aftur landinum