Tað gongur nógv betri enn vit tordu at droyma um

Slóðbrótandi tiltak hjá Vágs Býráði hevur fingið heilt óvæntað undirtøku

Hetta fekk nógv størri undirtøku, enn vit nakrantíð tordu at droyma um.

Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.

Nú eru næstan tríggjar vikur síðani, at Vágs Býráð legði eina ætlan fram um at byggja íbuðir í Vági.

Endamálið við ætlanini er at gera tað lættari at fáa fólk at flyta til. Hetta skal gerast við at útvega bústaðir til fólk, sum vilja flyta til Vágs og við at geva vágbingum, sum eiga hús, møguleikan at flyta í íbúð ístaðin, tí so verða húsini tøk til onkran annan.

Tí hevur Vágs býráð fyrireikað eina ætlan at byggja lutaíbúðir á tveimum plássum í Vági. Annað øki er í Mýrinum, har tað er stutt til alskyns hentleikar í Vági og hitt øki er á Stórheyggi, beint niðan fyri Eldrasambýli, har útsýnið afturfyri er sera gott út yvir fjørðin.

Men borgarstjórin hevur lagt dent á, at tað verður bústaðarskylda í íbúðunum, tí talan skal ikki vera um frítíðarhús.

Vágs Býráð arbeiddi við eini ætlan, har tað bar til at byggja, í mesta lagi, 16 íbúðir, men tað hildu tey vera bjartskygd.

Men tey vónaði, at onkur áhugi fór at verða fyri tiltakinum, so at nakrar íbúðir fóru at verða bygdar.Og tað má tað sigast at hava verið, tí borgarstjórin sigur, at áhugin hevur verið nógv størri enn tey høvdu torað at vóna.

– Tað eru yvir 20 fólk, sum hava skrivað seg upp til eina íbúð, sigur hann. Hann sigur, at hetta eru fólk, sum gava boðað frá, at tey eru sinnað at seta seg fyri eina íbúð.

Í hesum samandi varð eisini boðað frá, at tey fóru at kanna tørvin á eldraíbúðum. Tann kanningin er ikki gjørd enn, so tað er ikki óhugsandi, at nøkur afturat fara at seta seg fyri eini íbúð.

Hann sigur, at kommunan skal nokk útvega byggilendi til allar íbúðirnar, sum áhugi er fyri, hóast talið fer upp um tær 16, sum tey upprunaliga settu sum eitt mark.

Dennis Holm sigur, at tey fara at taka ímóti tilmeldingum í nakað afturat, kanska til eftir páskir.

Tey, sum so hava skrivað seg upp til íbúð, skriva so undir upp á at binda seg til eina íbúð, tí tá ið tað talið er greitt, ber til at fara víðari við at seta ætlanina í verk.

Ætlanin er at byggja íbúðir í ymsum støddum og Dennis Holm sigur, at tað er ein fjølbroyttur skari av fólki, sum hevur skrivað seg upp til íbúð.

– Vit hava tannáringar, og vit hava pensjónistar og alt har ímillum, bæði støk og familjur, sigur hann.

Hann sigur, at talan er bæði um uttanbíggjafólk, sum eru sinnað at flyta til Vágs og vágbingar, sum vilja sleppa av við húsini, fyri at flyta í eina íbúð ístaðin, og talan er um fólk, sum byggja til leigu inni hjá øðrum.

Hann sigur, at tá ið tað er endaliga greitt, hvussu nógv vilja hava eina íbúð, verður farið víðari við arbeiðnum at seta ætlanina í verk.