Tað gongur ómetaliga spakuliga

Tað er mest sum naggatódn í samráðingunum, so vandi er fyri arbeiðssteðgi

 

 

Tað gongur at kalla ongan veg í samráðingunum ímillum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og Fíggjarmálaráðið, og sostatt hongur tað í luftini, at tað kann enda við arbeiðssteðgi.

Samráðingarnar hava verið drúgvar og næstseinasta fríggjadag, kastaðu tey handklæði í ringin og sendu boð eftir semingsmonnunum. Síðani hava semingsmenninir sett seg inn í viðurskiftini og mánadagin fóru teir undir veruligu semingsroyndirnar.

Men enn hevur tað ikki borið á mál og Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tað gongur ómetaliga strilti, tí tað er so langt ímillum partarnar.

Tað eru lønarviðurskiftini, sum skilja partarnar, men í morgun verður ein rynt gjørd afturat at koma víðari. Men semingsmaðurin sigur, at hóast talan er um ógvulia torførar samráðingar, er hevur hann ikki givið skarvin enn.

Men hann ásannar, at enn er einki semingsuppskot í eygsjón, so tað er ómøguligt at siga, um tað røkkur ella støkkur.

Sáttmálin gekk annars úr 1. oktober í fjør, ella akkurát fyri einum ári síðani.