Rúni Djurhuus, stjóri og eigari í P/F Wenzel

Tað gongur strúkandi hjá Rúna Djurhuus

Ford og Volvo-umboðið í Føroyum hevði 12,6 milliónir í yvirskoti í fjør

Rúni Djurhuus, stjóri og eigari í P/F Wenzel

1. januar í 2018 keypti Rúni Djurhuus saman við øðrum bilasøluna P/F Wenzel frá Gunnari Justinussen, og síðan hevur tað gingið við rúkandi ferð.

Fyritøkan umboðar kendu merkini Ford og Volvo í Føroyum.

Bruttovinningur felagsins í fjør var 28,5 milliónir krónur í mun til 19 milliónir árið fyri og 13,6 milliónir í 2017. Starvsfólkakostnaðurin var í fjør 11 milliónir í mun til 9,2 milliónir í 2018 og 8,2 milliónir í 2017.

Úrslitið fyri skatt í fjør var 15,4 milliónir krónur í mun til 8,1 í 2018 og 4 milliónir krónur í 2017.

Felagið rindaði 2,8 milliónir í skatti í fjør, og var úrslitið eftir skatt 12,6 milliónir krónur í mun til 6,7 í 2018 og 3,3 í 2017.

Síðani Rúni Djurhuus tók við hjá P/F Wenzel hevur hann at kalla tvífaldað ársúrslitið tvær ferðir.

Eginpeningurin í felagnum er nú 26,2 milliónir krónur í mun til 13,6 milliónir í 2018 og 6,9 í 2017.

Langfreistaða skuldin hjá felagnum er 38,7 milliónir krónur. Hon er økt úr 24,6 milliónum árið fyri og 14,6 milliónum krónum í 2017.

Síðani Rúni Djurhuus tók yvir P/F Wenzel 1. januar í 2018 hevur felagið selt 1.111 nýggjar bilar: 719 Ford bilar og 392 Volvo bilar.

 ##med2##

10 tey mest seldu bilasløgini jan-mai 2020:

Bilmerki

Akf.tal

FORD

153

VOLKSWAGEN

127

TOYOTA

106

RENAULT

95

KIA

89

VOLVO

53

MERCEDES-BENZ

44

BRENDERUP

39

NISSAN

37

MITSUBISHI

33

 

 

10 tey mest seldu bilasløgini í 2019

 

 

VOLKSWAGEN

355

FORD

324

TOYOTA

305

RENAULT

260

NISSAN

233

VOLVO

148

MITSUBISHI

139

SUZUKI

136

MERCEDES-BENZ

118

CITROEN

117

 

 

10 tey mest seldu bilasløgini í 2018

 

 

VOLKSWAGEN

348

TOYOTA

279

RENAULT

263

FORD

242

NISSAN

198

VOLVO

191

KIA

165

MITSUBISHI

130

SUZUKI

127

CITROEN

126

 

 

10 tey mest seldu bilasløgini í 2017

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

328

TOYOTA

301

CITROEN

262

NISSAN

250

FORD

188

MITSUBISHI

142

RENAULT

129

MERCEDES-BENZ

109

BRENDERUP

102

KIA

100

 

 

##med3##

##med4##

##med5##

Rúni Djurhuus, stjóri og eigari í P/F Wenzel

Gongdin hjá felagnum seinastu fimm árini kann lýsast við hesum lyklatølum: