Tað gongur út yvir børnini at tosa ljótt um LGBT'arar

Ynskja føroyingar, at LGBT'arar skulu kunna hava eitt vælvirkandi familjulív í Føroyum, er neyðugt, at fólk gevast við at tosa niðrandi um LGBT'arar.

Í samrøðu í Vikuskiftissosialinum sigur Siri Sørensen, sum sjálv hevur ælabogafamilju, at tað kom serliga fram undir valstríðnum, at tosað varð ljótt um LGBT'arar og LGBT viðurskifti.

– Hinvegin vil eg siga, at tað, sum hevur gingið mest út yvir børnini, var undir valstríðnum, tá politikkararnir vóru úti og tosaðu so ljótt um LGBT'arar. Børn eru ikki býtt. Tey fylgja væl við. Har hoyrdu børnini tey, sum ráða í landinum, siga, at tað er skeivt at liva sum LGBT'ari. Eftir sita børnini og hugsa: "Hvat sigur tað so um mína familju?"

Les alla samrøðuna við Siri Sørensen í Vikuskiftissosialinum, sum kann lesast her.