Tað grør um gangandi fót

Vit fegnast um tað stóru framgongd og nýhugsan vit síggja í fiskivinnuni og um tey mongu mál, sum longu eru avgreidd í løgtinginum og arbeiða við treysti saman við okkara tingfólkum at fremja neyðugar broytingar, soleiðis sum Sambandsflokkurin hevur lovað veljarum sínum áðrenn løgtingsvalið.

Nevndin í Norðoya Sambandsfelag ynskir at takka limum og veljarum Sambandfloksins fyri dyggan stuðul í farna ári tá eitt sera týðandi skifti varð framt í føroyskum politikki.

Sambandsflokkurin fór til valið við tí endamáli, at fáa eina sterka og virkisfúsa samgongu, sum var før fyri at lyfta tær avbjóðingar ið standa fyri framman, sum eitt veruligt alternativ til tá sitandi samgongu, sum brúkti alla sína orku til at tvíhalda um valdið, hóast eingin semja var í samgonguni um fráboðaða politikkin. Jarnharði valdspolitikkurin, sum serliga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin stóðu fyri førdi til, at týðandi nýskipanir vóru trýstar ígjøgnum løgtingið og úrslitið er, at eingin vildi kennast við tær, so skjótt tær vóru settar í verk.

Á fiskivinnuøkinum gjørdist fullkomin ruðuleiki, tá lóg um sjófeingi varð samtykt. Veiðurættindi, ið áður høvdu verið knýtt at stálinum/skipinum gjørdust við nýggju lógini fult umsetilig og at tey feløg og persónar, ið áttu veiðirættindi ikki nýttust at eiga skip. Hetta førdi við sær, at rættindaeigarar lótu veiðiloyvi til tey, sum kundu gjalda fyri at fiska tilfeing, og hettan ávirkar alla skipanina.

Tað er ein tvey ára skiftistíð áðrenn nýggja fiskivinnulóggávan fær fullt gildi, og tá verða skipaði viðurskifti aftur í vinnuni.

Sum Sambandsflokkurin lovaði til løgtingsvalið er uppboðssølan av veiðirættindum strikað, meðan uppboðssølan av fiskatilfeinginum verður styrkt, so at meira kapping verður um meirvirka tilfeingið.

Harafturat verða munandi størri nøgdir av tilfeingi nýtt til fiskivinnuroyndir

Rættvísa býtið av virðisvøkstrinum verður framt við grundarlagi í eini tilfeingisskattalóg sum ber við sær skatting av endaligari sølu av veiðiloyvum.

Endamálið við broytingunum í fiskivinnulóggávuni er m.a. at fiskivinnan í størri mun skal koma øllum samfelagnum til góðar og skapa virksemi kring alt landið.

 

Eisini kann nevnast

Rakstrarjáttanin til Klaksvíkar Sjúkrahús er økt við 14,5%. Arbeitt verður miðvíst við viðgerðartrygd og landsstýrismaðurin hevur í fyrstu atløgu raðfest nøkur øki. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur m.a. kunnað um, at øki sum hava eina serliga raðfesting i 2020 eru at seta á stovn eina ADHD viðgerðarstovu og ein skipan við ókeypis sálarfrøði til tey 15 – 35 ára gomlu.

Samgonguflokkarnir fóru til val upp á at geva fólkapensjónistum betri fíggjarlig kor. Tað lyftið er hildið við tað at grundupphæddin til fólkapensiónina er hækkað.

Í løtuni arbeiðir samgongan við at fáa arbeiðið upp á tunnlarnar norður um fjall í gongd. Játtaðar eru 15 mió. kr. til fyrireiking av arbeiðinum og eftir ætlan byrjar arbeiðið í 2021.

Tað er eingin loyna, at tað var sera spennandi nú felagið var komið í tí støðu at Bjørn Kalsø, sum síðan 2004 hevði umboða Norðoyggjar í landsstýri og á Løgtingi boðaði frá, at hann ikki stillaði upp aftur.

Vit vóru sera fegin um at hava tvey góð valevni. Úrslitið gjørdist, at Frimodt Rasmussen varð valdur, við 260 atkvøðum úr Klaksvík og 21 atkvøðum úr øðrum bygdum í Norðoyggjum og 76 atkvøðum uttanfyri Norðoyggjar - tilsamans 357 atkvøður.

Norðoya Sambandsfelag fer í næstum at skipa fyri fundi fyri sambandsáhugaðum, har løgtingsumboðið verður við á fundinum. Kunnað verður nærri um hendan fund á heimasíðuni í Norðlýsinum.