Tað hevur øgiliga stóran týdning fyri sjúklingarnar

Sóljan hjá sjúklingunum í Keypmannahavn er við at følnað

 

 

Sóljan, sum føroyskir sjúklingar í Keypmannahav, og teirra avvarðandi, hava nógva gleði av, er uppslitin og má skifast út

Sóljan, sum føroyskir sjúklingar í Keypmannahav, og teirra avvarðandi, hava nógva gleði av, er uppslitin og má skifast út

Bussurin sum koyrir runt við sjúklingunum er uppslitin og má skiftast út. Tað sigur Sólbjørn Thomsen, formaður fyri trivnaðargrunnin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn.

Umframt tey starvfólk, sum eru á lønarlistanum hjá sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, hevur eisini ein felagskap, sum gera eitt stórt, sjálvboðið, arbeiðið fyri at bøta um trivnaðin hjá sjúklingunum á hotellunum, og teirra avvarðandi.

Kjarnin í hesum sjálvbodna arbeiðnum er bussurin, ið hevur fingið navnið, Sóljan, sum sjálvbodnir bilførarar koyra útferðir við sjúklingum og teirra avvarðandi. Tað er ein tænasta, tey hava havt í eini 14 ár.

Í gjár umrøddi Løgtingið busskoyringina hjá Hotellinum og í tí sambandi varð boðað frá, at nú skal busskoyringin bjóðast út.

Les meiri um tað her: Eitt stórt afturstig fyri føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn

Sólbjørn Thomsen sigur, at tað tykist sum um at bland er komin í.

– Busskoyringin, sum skal bjóðast út, er bara koyringin við sjúklingum ímillum flogvøllin og hotellið, og ímillum hotellið og sjúkrahúsini.

Í løtuni er tað felagið, Færøtrans, sum røkir tann flutningin og tey hava føroyskan bussførara.

Men bussurin, Sóljan, sum verður rikin við sjálvbodnari arbeiðskraft, verður bara brúktur til útferðir við sjúklingum og avvarðandi og ikki til at koyra fólk ímillum flogvøllin og hotellið og ímillum hotellið og sjúkrahúsini.

Sólbjørn Thomsen sigur, at tey koyra sjúklingar til gudstænastur, umframt til útferðir til ymsastaðni, og tey hava eisini verið útferð í Svøríki.

Í løtuni eru tað fimm sjálvbodnir bussførarar, sum koyra Sóljuna. Men bussurin tey hava, er 11 ára gamal og nú er hann uppslitinm og tískil arbeiða tey nú fyri at útvega ein nýggjan buss.

Sólbjørn Thomsen sigur, at tey hava havt rættiliga nógvar umvælingar av Sóljuni hetta seinasta árið og tí miða tey nú eftir at fáa ein nýggjan buss, sum tey kunnu koyra í fleiri ár, uttan at hugsa um umvælingar.

Hann sigur, at tey hava gott eyga á einum sama slag bussi sum Sóljan, tað, vil siga einum bussi, sum tekur 18 fólk, og sum hevur lyftu til koyristólar.

Hann kostar eina millión og nú eru tey í ferð við at savna pening inn til endamálið.

– Vælvildin er stór, men enn er nakað á mál, sigur Sólbjørn Thomsen. Hann sigur, at miðað verður eftir at keypa bussin í ár.

Sóljan, sum føroyskir sjúklingar í Keypmannahav, og teirra avvarðandi, hava nógva gleði av, er uppslitin og má skifast út