Tað hjálpir at deila tankar við onnur

Mie Gromada deildi myndir, tá hon misti hárið, og hon setti orð á óttan, hon hevði í kjalarvørrinum av, at hon fekk staðfest krabbamein.

 

- Eg orkaði ikki, at fólk skuldu snakka í krókunum, sigur Mie Gromad.

- Eg orkaði ikki, at fólk skuldu snakka í krókunum, sigur Mie Gromad.

 

Fyri bara tveimum árum síðan var 25 ára gamla, Mie Gromada, ikki serliga ofta í sosialu miðlunum, men hetta broyttist, tá hon fekk staðfest krabbamein í eggrótunum.

Ein granskingarverkætlan, sum er stuðlað av Kræftens Bekæmpelse, hevur hugt nærri at, hvussu ung, sum eru rakt av krabbameini, brúka sosialu miðlarnar – meðan tey eru sjúk og eftir, at tey eru vorðin frísk aftur.

Meðan Mie Gromada var sjúk og eisini nú, hon er vorðin lekt fyri krabbamein, hava sosialir miðlar verið eitt týdningarmikið málgagn hjá henni.

Tá hugt verður á vangamyndina hjá henni á Instagram, sært tú bæði myndir frá ferium og stuttligum løtum saman við vinkonum, men her sært tú eisini eina unga kvinnu, sum hevur verið fongd við krabbameini.

Mie Gromada hevur deilt myndir av sær sjálvari, tá hon fekk kemo og misti hárið, og hon hevur eisini sett orð á óttan, hon hevði í kjalarvørrinum av, at hon fekk staðfest krabbamein.

Tað var í mars í 2018, at hon fekk staðfest krabbamein í eggrótunum. Tveir dagar seinni fortaldi hon um sína sjúku á Instagram. Heilt síðan tá hevur Mie Gromada verið opin um sína sjúku í sosialu miðlunum.

Men, tað er ikki bara hon, sum er tað.

Nýggja kanningin vísir nevniliga, at út við helmingurin av øllum teimum ungu, sum hava fingið staðfest krabbamein, brúka meira og meira sosialu miðlarnar eftir sjúkustaðfestingina. Hin minni helmingurin brúkar miðlarnar á sama hátt sum áður.

- Stóri vøksturin í brúki av sosialum miðlum, tá fólk gerast sjúk, ger meg ovfarnan, sigur fjølmiðlagranskarin, Carsten Stage, ið starvast hjá Aarhus Universiteti og sum stóð aftan fyri nevndu kanning.

Kanningin vísir eisini, at umleið sjey av hvørjum 10 hava deilt myndir, tankar og kenslur um sína krabbasjúku á sosialu miðlunum – og átta av hvørjum 10 hava deilt í meira afturlatnum forum.

Tá tey ungu skulu greiða frá, hví tey deila sínar tankar um krabbamein í sosialu miðlunum, vísa tey serliga á tríggjar høvuðsorsøkir.

Ein slakur helmingur følir, at tað hevur eina terapeutiska vekt, tá tey seta orð á sínar tankar og kenslur. Ynskið um at hjálpa øðrum í somu støðu vigar eisini tungt. Haraftrat er tað ein praktiskur tørvur at upplýsa vinir og kenningar um gongdina.

Og her nikkar Mie Gromada játtandi.

- Eg orkaði simpulthen ikki, at fólk skuldu snakka í krókunum: ”Hví gongur hon við turriklæði” – ella ”Er hon deyðanum nær?” Eg hevði brúk fyri at gera tað eg kundi fyri at slíkt sleyg og tutl ikki skuldi taka seg upp.

Fyri Mie Gromada hevur tað verið týdningarmikið, at familja, vinir og kenningar ikki skuldu stúra fyri snakka við hana um alt tað, hon noyddist ígjøgnum undir sjúkraleguni.

- Tað er eingin ivi um, at míni uppsløg hava gjørt tað lættari fyri mínar vinir at snakka við meg, tí tey longu frammanundan hava fingið ávísa kunning, sum á ein ella annan hátt virkaði sum ein ”icebreaker”, tá vit møttust, sigur hin 25 ára gamla.

Fjølmiðlagranskarin, Carsten Stage, vísir á, at tá fólk, sum eru rakt av krabbameini, lesa søgurnar hjá øðrum, vita tey samstundis, at tey eru ikki einsamøll sum ung við sjúkuni.

- Hetta er ógvuliga týdningarmikið, tá sjúkulegan skjótt kann gera, at tú følir teg rættiliga einsamallan, sigur fjølmiðlagranskarin.

- Eg orkaði ikki, at fólk skuldu snakka í krókunum, sigur Mie Gromad.