Tað hjálpti hjá teimum at finnast at býráðnum

Nú fáa heisir báðir, og øll hini sum brúka sølutorgið í Vágsbotni, betri umstøður

Tað hjálpti hjá teimum at finnast at. Carl August Arge vinstrumegin, og Mortan Johannesen. Nú verða blomsturkassarnir ytst høgrumegin, tiknir burtur

Tað hjálpti hjá teimum at finnast at. Carl August Arge vinstrumegin, og Mortan Johannesen. Nú verða blomsturkassarnir ytst høgrumegin, tiknir burtur

Tað hjálpti hjá Mortani Johannesen og Carl August Arge at finnast at býráðnum í Havn. Nú fáa teir nevniliga betri umstøður á sølutorginum í Vágsbotni.

Teir báðir eru dagliga at síggja í Vágsbotni, har teir selja ymsar fiskavørur, tvøst og spik, og kanska annað við, á sølutorginum. Men teir hava gramt seg um, at pullartarnir, sum kommunan hevur sett upp framman fyri sølutorgið fyri forða bilum í at koyra út eftir bryggjuni, forða eisini fólki at sleppa til sølutorgið, og tí fer sølan hjá teimum í botn.

 

Les eisini:Eg føli meg jagstraðan burtur úr Vágsbotni

 

Trupulleikin er, at hóast nøkur parkeringspláss eru har um vegir, eru tey altíð upptikin, so í roynd og veru sleppa fólk ikki av við bilin so frægt at tey fáa keypt sær ein fiskabita.

Teir báðir hava sagt, at ein loysn er at seta pullartarnar inn um sølutorgið, men Rani Wardum, sum umboðar løgregluna í ferðslunevndini, sigur, at tað kann tað ikki verða talan um.

 

Les eisini: Her má okkurt gerast

 

Samstundis lovaði Bogi Andreasen, at taka málið upp, og nú hava tey havt málið til umrøðu í býráðnum. Og Bogi Andreasen sigur, at avgerð er tikin um at royna at bøta um støðuna.

 

Les eisini: Mortan skal fáa frið at vera í Vágsbotni

 

– Vit eru komin til ta niðurstøðu, at blomsturkassarnir við sølutorgið verða tiknir burtur og so skulu trý, ella kanska fýra, parkeringspláss gerast har sum verða markaðir til fólk, sum skulu á sølutorgið at keypa.

 

Les eisini: Tað er púra óforsvarligt at broyta tað

 

Talan verður sostatt bara um parkeringspláss til av og áskiping, sum tað verður kalla og tað merkir, at bilar kunnu bara standa har nakrar fáar minuttir ímeðan fólk eru á sølutorginum og keypa.

Bogi Andreasen sigur, at fólk frá umsitingini frá býráðnum fara í holt við málið beinanvegin og at máta upp fyri at vita, hvussu tað kann skipast við tí endamáli at gera parkeringsplássini beinanvegin.

Annars er ein heildarætlan gjørd fyri Vágsbotn, har ferðslan verður umskipað soleiðis at hon gongur nærri Miðlahúsinum og handlinum hjá Andriasi í Vágsbotni.

Tað fer at geva heilt aðrar møguleikar at skipa viðurskiftini í Vágsbotni, sigur hann.

Hann sigur at nú verður farið undir at gera Steinatún liðugt, og so er ætlanin at fara oman í Vágsbotn næsta ár at seta heildarætlanina har í verk.

Tað hjálpti hjá teimum at finnast at. Carl August Arge vinstrumegin, og Mortan Johannesen. Nú verða blomsturkassarnir ytst høgrumegin, tiknir burtur