Tað kann elva til óneyðugt stríð

Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, ávarar bæði arbeiðsgevarar og tað almenna

– Vit skulu fyrst og fremst hugsa um tey, sum búgva og virka í Føroyum.

Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, í eini grein í Sosialinum hetta vikuskiftið.

Og tað, hann sipar til, er, at Arbeiðsgevarafelagið hevur, fleiri ferðir, heitt á landsmyndugleikarnar um at avtaka treytir til at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, soleiðis at tað skal vera frítt at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin.

Men samstundis heitir Arbeiðsgevarafelagið á myndugleikarnar um at samskipa íløgurnar við tí endamáli at drýggja tær.

– Havnar Arbeiðarafelag tekur undir við tilmælinum um at samskipa íløgurnar. Men vit undrast á, at Føroya Arbeiðs­gevarafelag mælir til búskaparligt varsemi og samstundis biður um lætt­ari atgongd til útlendska ar­ beiðsmegi til at seta meira ferð á búskapin, sigur Hans Joensen.

Havnar Arbeiðarafelag mælir til fyrst og fremst at taka atlit til føroysku arbeiðsmegina, sum skal virka og vinna til lívsins uppihald í Føroyum.

Í hesum sambandi heldur felagið, at tað er ikki ikki bara tað almenna, sum hevur eina ábyrgd, tí tað privata hevur eisini eina ábyrgd.

– ­Okkara ynski er, at alment og privat drýggja arbeiðir, so øll arbeiðini ikki verða gjørd í senn. Tað fer at koma fyritøkunum, og arbeiðandi fólkinum, til góðar, tá ið tíðirnar versna, tí vit skulu jú øll vera her eisini tá, sigur Hans Joensen.

– Kólnar búskapurin aftur, er talan bara um løtuvinning, og tann stóri taparin verður føroyska ar­beiðsmegin.

– Vit hava fyrr sæð, hvussu djúpt vit kunnu falla, tá alt steðgar upp. Í teirri løtu er øll útlendsk arbeiðsmegi horvin, og eftir sita limirnir í fakfeløg­unum, sig­ur Hans Joensen.

–­ Í løtuni er vandi fyri, at vit skeikla ein annars væl skipaðan arbeiðsmarknað, og skunda undir eitt óneyðug stríð ímillum partarnar á arbeiðsmarknað­inum. Hugsa vit ikki fram um dagin í dag, verður upptakið bara tað størri seinni, sigur Hans Joensen í Sosialinum hetta vikuskiftið.