Tað kann verða nógv bíligari at fáa sær bústað

Løgtingsmaður hevur eina uppskrift upp á, hvussu tað kann verða nógv bíligari hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið

Løgtingið má hugsa nýtt fyri at basa bústaðarneyðini, heldur løgtingsmaður

Løgtingið má hugsa nýtt fyri at basa bústaðarneyðini, heldur løgtingsmaður

Hetta gevur onga meining. Tað heldur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Løgtingið hevur viðgjørt uppskotið frá samgonguni um at geva Bústøðum heimild til at taka 450 milliónir í láni til at byggja fleiri Bústaðir. Hetta er uppskotið, sum verður kalla bústaðarpakkin hjá samgonguni.

Brandur Sandoy stafesti, at tað verður ikki Bústaðir, sum einsamalt kemur at loysa bústaðarneyðina í Føroyum og tí er tað neyðugt at hugsa øðrvísi. Og hann heldur, at tí verður tað neyðugt at hugsa nýtt. Eitt nú heldur hann, at tað kundi verðið nógv bíligari at útvega sær ein bústað enn tað er nú. Hann heldur nevniliga, at skipanin, sum vit hava nú, er meiningsleys.  

Hann nevnir eitt dømi um eina unga familja, sum setir seg fyri eini hús fyri 2,6 milliónir, har grundstykkið kostar 600.000 krónur. Sostatt kosta sjálv húsini tvær milliónir og tað mesta av tí mugu tey so læna í bankanum. Men av teimum tveimum millióninum, skulu tey so rinda 400.000 krónur í mvg til landskassan. Men er talan um eitt vanligt lán, skal landskassin so rinda teimum einar 320.000 krónur aftur í rentustuðuli, alt eftir, hvussu rentan er, og yvir, hvussu langt áramál tað gongur.

– Altso skulu tey rinda landskassanum 400.000 krónur í mvg, men so fáa tey 320.000 krónur aftur í rentustuðuli, sigur Brandur Sandoy. Og í hansara hugaheimi er tað burturvið at tvinga fólk at taka eitt lán, sum er 400.000 hægri enn neyðugt, tí tey skulu bankanum rentur av láninum.

Tí heldur hann, at tað skuldi verið mvg frítt at bygt hús, tí tað hevði ikki kostað landskassanum nakað serligt, men úrslitið hevði verið, at øll, sum byggja hús, sleppa kanska einar 400.000 krónur bíligari í láni.

Hann heldur somuleiðis, at kommunur eiga at fáa heimild til at leiga fólki grundstykki at byggja á og so kunnu tey rinda tað aftur, tá ið húsini eru goldin. Ein annar máti er, at kommunan kundi selt grundstykki fyri hálvan prís og so rindaðu tey restina, tá ið lánið er goldið.

– Alt hetta hevði ført við sær, at fólk høvdu klárað seg við munandi minni láni enn annars, og tað er nettupp tað, sum er trupulleikin, at nógva staðni fáa fólk ikki lán at byggja fyri.

Tá ið løgtingið umrøddi Bústaðarpakkan, vórðu eisini fleiri fleiri onnur uppskot umrødd við tí endamálið at loysa bústaðarneyðina. Summi av teimum eru gomul, men enn er tað ikki vorðið til meiri enn prát.

LES MEIRI HER: Hetta kundi bøtt um bústaðarneyðina

Løgtingið má hugsa nýtt fyri at basa bústaðarneyðini, heldur løgtingsmaður