- Tað kostar einki at vera til taks

- Eg dugi slett ikki at ímynda mær, hvussu tað hevði verið uttan Kvinnuhúsið, sigur Richa Richardsdóttir, sum er vakt í Kvinnuhúsinum

Richa Beinta Richardsdóttir (Mynd: Álvur Haraldsen)

Richa Beinta Richardsdóttir (Mynd: Álvur Haraldsen)

- Eg dugi slett ikki at ímynda mær, hvussu tað hevði verið uttan Kvinnuhúsið. Eg vænti, at nógvar kvinnur høvdu ongantíð komið fyri seg, um tær ikki høvdu hendan møguleikan. Tá mann ongastaðni hevur at fara, er tað eitt sindur sum at vera fangi í egnum heimi

Orðini eigur Richa Beinta Richardsdóttir, sum er ein av nógvu sjálvbodnu vaktunum í Kvinnuhúsinum. Vakttelefonin er til bráðneyðugar støður, tá kvinnum tørvar hjálp her og nú, meðan tey serkønu starvsfólkini í Kvinnuhúsinum ikki eru til arbeiðis.

Fyri Richu gevur tað nógva meining at arbeiða sum sjálvboðin vakt í Kvinnuhúsinum.

- Mann kann ikki siga, at hetta er eitt stuttligt starv. Men mann ger eina góða gerð fyri nøkur fólk, sum hava brúk fyri hjálp, og tað kostar einum at kalla einki. Tað kann kosta tað, at mann er til taks sættu hvørja viku, sigur Richa Beinta Richardsdóttir. 

Les eisini: Kvinnuhúsið fekk 433 áheitanir í fjør

Í Vikuskiftis Sosialinum er tema um Kvinnuhúsið og harðskap í parløgum. Har kanst tú lesa longri samrøðu við Richu, sum greiðir nærri frá, hvat hon upplivir sum vakt í Kvinnuhúsinum.

Richa Beinta Richardsdóttir (Mynd: Álvur Haraldsen)