Tað liggur hart arbeiði handan vanabroytingar

Tí áttu vit at spurt, hvat ein vani er, sigur Sølvá J. Joensen, BA í føðslu og Heilsu

– Uttan vit hugsa um tað, tosa vit um, at vit burdu broytt vanar og gjørt minni av hasum og meira av hinum alt uttan at hugsa, hví vit nú gera, sum vit nú einaferð gera og altíð hava gjørt. So hvat er ein vani, spyr Sølvá Jansdóttir Joesnen BA í føðslu og Heilsu og vanacoach í blogginnleggi

– Ein vani er ein automatisk gerð/tanki. Nakað vit gera uttan nakað hóvasták. Soleiðis heilt niður í smálutir hevur ein slík gerð altíð ein sokallaðan útloysara, also er tað nakað, ið ger, at vit gera gerðina. Gerðin vit gera hevur eisini eina virðisløn, sigur hon. 

Hon sigur, at tað er nógv hart arbeiði handan vanabroyting. Fyri summi tekur tað langa tíð at gerast varðhug við tey mynstur, tey hava. Og fyri summi tekur tað næstan onga tíð, tey finna eina loysn og so koyrir tað – soleiðis eru vit so ymisk.

– Fyri at broyta vanar eru vit noydd til at finna útav, hvat tað er, sum útloysir, at vit gera, sum vit gera, hvat vit gera, og hvørjar virðislønir ella hvat tað er, vit fáa burturúr at gera, sum vit gera. Í veruleikanum skulu vit finna fram til, hvat tað er fyri tørv vit stilla við at gera, sum vit gera og síðani finna eina loysn út frá tí, sigur hon framhaldandi. 

Hon greiðir frá, at tað er ein orsøk til, hví vit ikki inntil víðari ikki “bara” hava tikið okkum saman og gjørt tað, vit nú einaferð seta okkum fyri. Tað er altíð eitthvørt, ið forðar fyri at vit bara taka okkum saman og gera tað, sum kanska í veruleikanum virkar lætt at gera. Líkamikið hvussu lítil broytingin er, er tað HART arbeið at finna útav, hvat tað er, sum riggar og ikki. Tað er ongantíð bara bara, staðfestir hon eisini.