Tað loysir seg ikki at gera so nógv burtur úr

Kanningar vísa, at góðskan á føroyskum fiski er versnað seinastu árini

 

 

Tað loysir seg ikki at gera so nógv burtur úr fyri at fáa betri góðsku

Tað loysir seg ikki at gera so nógv burtur úr fyri at fáa betri góðsku

Kanningar, sum eru gjørdar seinastu árini, vísa, at góðskan á føroyskum fiski er versnað. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Men samstundis er góðskan á saltfiski úr Íslandi, batnaður, leggur hann afturat.

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu stendur til við góðskuni á tí fiski, sum verður avreiddur í Føroyum og um nakað verður gjørt fyri at bøta um støðuna.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er vinnan sjálv, sum hevur ábyrgdina av góðskuni.

Tað eru tær vanligar marknaðarkreftirnar, sum avgera hvussu góður fiskur krevst. Framleiðslan, og hagreiðingin av fiski, verður tí lagt eftir tí, sum keyparar krevja.

Høvdu keyparar virðismett hægri góðsku, og vóru sinnaðir at gjalda meir fyri hágóðskufisk, átti tað at egggja reiðarum og fiskimonnum at bøtt um góðskuna, heldur landsstýrismaðurin. Hinvegin verður tað altíð talan um eina javnvág ímillum hægri framleiðsluprís og betri søluprís.

– Tað hoyrist tí, at tað loysir seg ikki hjá skipum at gera íløgur í kør umborð á skipum til blóðgaðan fisk tí tað fæst kortini ikki betri prísur fyri fiskin.

– Onnur dømi eru tó um, at skip, sum hava gjørt íløgur í útgerð, og sum hava góðan fisk, sleppa skjótt av við fiskin, og eisini eru dømi um samstarv ímillum landingarmiðstøðir og útróðrarbátar, har góðskan er góð.

– Avbjóðing er, at hini skipini, ið ikki hágóðska fiskin, eisini sleppa av við sín fisk fyri sama prís, tí virkini mangla fisk. Tá ið trot er á rávøru, og prísstøði á fiski hækkar, lækkar prísfyrimunurin við at framleiða hágóðskurávøru, sigur Helgi Abrahamsen.

Kanningar staðfesta, at góðskan ikki er farin upp, men tað er ringt at siga um hetta er tí at vinnan ikki klárar at lyfta góðskuna einsamøll, ella um tað er eitt marknaðarbreki, har hágóðska ikki fær prísfyrimun.

– Tað kann eisini vera, at tað snøgt sagt ikki loysir seg at framleiða hágóðsku til ein marknað, sum ikki vil gjalda fyri góðskuna. Men úrslitið kann so aftur vera, at ov lítið fæst fyri okkara fiskatilfeingi, heldur hann.

Hann sigur, at tað má vera eitt aðalmál hjá eini fiskivinnutjóð at fáa sum mest burturúr tí tilfeingi, sum hon hevur.

Sum heild er tað vinnan sjálv, sum eigur at finna eina loysn á hesum máli.

Men Helgi Abrahamsen heldur, at av tí at fiskivinnan fær síni rættindi frá tí almenna, kann tað vera viðkomandi at fara undir at kanna, um hesin parturin av vinnuni skal skipast øðrvísi, so tilfeingið verður gagnnýtt til fulnar og fyri at fáa sum mest fyri fiskin.

Tað loysir seg ikki at gera so nógv burtur úr fyri at fáa betri góðsku