Levorg – ein heilt nýggjur Subaru

Subaru Levorg er komin á føroyska marknaðin. Talan er um ein heilt nýggjan fýrahjólsdrivnan og væl útgjørdan bil við nógvum framkomnum skipanum til koyring á vanligum vegi og undir torførum koyriumstøðum.

Subaru Levorg er komin á føroyska marknaðin. Talan er um ein heilt nýggjan fýrahjólsdrivnan og væl útgjørdan bil við nógvum framkomnum skipanum til koyring á vanligum vegi og undir torførum koyriumstøðum.

 

Levorg er ikki komin sum avloysari fyri nakran annan Subaru men sum eitt nýtt sjálvstøðugt modell. Hann er designaður sum ein stationcar og er nokk so sermerktur at síggja til framman  við stórum luftinntaki oman á motorhjálminum.  

 

Levorg er ein rúmligur 5-persónabilur við praktiskari innrætting og góðum beinplássi til tey ferðandi. Viðførisrúmið er upp á heilar 522 litrar.

 

Koyrieginleikarnir eru merktir av at boxermotorurin liggur niðarliga í motorrúminum. Tyngdipunktið er lægri enn vanligt, og bilurin er sera stúttur at koyra. Hann hevur framkomna All Wheel Drive skipan, sum alla tíðina syrgir fyri at bilurin hevur optimalt vegfesti undir øllum koyriumstøðum.

 

Nýggi Levorg fæst einans við 1,6 l bensin boksaramotori við turboløðara, 170 hk og  automatiskum gearum (Lineartronic).  Vit royndarkoyrdu bilin, sum er sera kvikur við góðum komforti bæði til býkoyring og á landsvegi. 

 

Subaru Levorg er ein gjøgnumførdur kvalitetsbilur frá Subaru, ið eru heimskendir sum bilar uttan sjúkradagar.