– Tað nyttar ikki at hjálpa einstaklinginum

Strongdarelvandi trupulleikar á starvsplássinum verða ikki burtur av at hjálpa einstaklinginum. Tú mást inn at broyta organisatiónina, heldur Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur við serfrøði innan organisatiónspsykologi

Ein av orsøkunum til, at arbeiðspláss eru vorðin strongdarelvandi, er, at konsulentvirksemi og sálarfrøðiligir teknikkir síðan 1950'ini eru vorðin partur av teimum tólunum, ið verða nýtt at stýra starvsfólki.

Í temagrein í Vikuskiftissosialinum greiðir Helgi Rasmussen, sálafrøðingur, frá, hvat tað er, sum hendir, tá starvsfólk verða strongd ella útbrend til arbeiðis og verða noydd at sjúkrameldast.

Tað nyttar lítið at viðgera einstaklingin fyri strongd, um trupulleikin liggur á arbeiðsplássinum, metir Helgi Rasmussen.

 

– Tað nyttar einki at fara inn at hjálpa einstaka starvsfólkinum. Tað er gott upp á tann mátan, at tú kanst fáa tey at taka støðu til, um tey vilja vera har ella ikki. Tú kanst hjálpa upp á tann mátan, at tey velja at fara eitt annað stað. Men at taka fólk út úr einum sjúkum systemi og gera tey frísk, bara soleiðis at tú kanst seta tey inn aftur í tað sjúka systemið, tað er rættiliga ábyrgdarleyst. Og tað hendir javnan, sigur Helgi Rasmussen.

Les meira um at vera strongdur ella útbrendur í tema Vikuskiftissosialinum.