Tað setir trygdina hjá Føroyum í vanda - og tað verður dýrt

Tað undrar formannin í Javnaðarflokkinum, at tað sær út til at løgmaður, og samgongan, eru bilsin av ætlanini hjá Jenisi av Rana

 

 

Ælanin hjá Jenisi av Rana er skaðilig, heldur Aksel V. Johannesen

Ælanin hjá Jenisi av Rana er skaðilig, heldur Aksel V. Johannesen

Tað kann seta Føroyar í eina trygdarpolitiska vandastøðu, tað kann ávirka okkara støðu í ríkisfelagsskapinum, og tað verður dýrt fyri skattgjaldaran.

Tað heldur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, um ætlanina hjá Jenisi av Rana. Landsstýrismanni í uttanríkismálum, um at lata føroyska sendistovu upp í Jerusalem.

Hann sær ongan fyrimun í at lata sendistovu upp í Jerusalem og tí vil hann nú hava landsstýrismannin Tí vil hann hava Jenis av Rana at greiða frá ætlanum sínum, og tað skal hann gera í næstu viku.

Annars vísir formaðurin í Javnaðarflokkinum á, at tað var longu tann 14. septembur, tá ið nýggja samgongan varð skipað, at Jenis av Rana boðaði frá, at at sendistova skuldi setast á stovn í Ísrael, og at hon sjálvandi skuldi vera í Jerusalem.

– Tí undrar tað meg, at samgongan – og løgmaður, sum sat undir liðini á landsstýrismanninum – nú er bilsin um, at landsstýrismaðurin boðar frá, at hetta framvegis er ætlan hansara, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann vil tí hava at vita um Jenis av Rana stendur fast við ætlanina at lata sendistovuna upp í Jerusalem. Hann vil eisini hava at vita, hvørjar grundgevingar eru fyri hesum, hvussu nógv tað fer at  kosta, og, hvussu stórur útflutningurin úr Føroyum til Ísreals hevur verið í 2018 og higartil í 2019.

– Vanliga endamálið, við at lata upp sendistovur úti í heimi, er at knýta bond við aðrar tjóðir og styrkja handilssambond, sigur Aksel V. Johannesen.

Men hann vísir samstundis á, at sambært tølum hjá Hagstovuni hevur verið ógvuliga avmarkað við føroyskum útflutningi til Ísrael seinastu árini.

– Harafturat eru ógvuliga fá lond, sum hava sendistovur í júst Jerusalem, og sostatt er tað sera ósannlíkt, at Føroyar koma í samband við aðrar diplomatar og tjóðir í býnum.

 

Aksel V. Johannesen heldur, at tað er ein ógvuliga óheppin, politiskt fráboðan at leggja eina sendistovu í Jerusalem.

– Hetta kann seta bæði Føroyar, og alt ríkið, í eina trygdarpolitiska álvarsama vandastøðu. Í ringasta føri kann tað eisini elva til stóran skaða í stremban okkara eftir at vinna víðari uttanríkispolitiskar heimildir í ríkisfelagskapinum, heldur hann.

– Og harafturat verður tað ógvuliga kostnaðarmikið fyri skattgjaldaran, sigur Aksel V. Johannesen.

Ælanin hjá Jenisi av Rana er skaðilig, heldur Aksel V. Johannesen