Tað skal forða fyri at pedofil kunnu fáa ávís størv

Jenis av Rana fer nú at krevja barnaváttan frá teimum, sum søkja ávís størv

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fer nú at krevja barnaváttan frá teimum, sum søkja ávís størv.

Tað gjørdi hann greitt í Løgtinginum í morgun.

Hann sigur at sjálvt lógargrundarlagið er til staðar, men tað manglar ein donsk kunngerð, sum er donsk, men hon er ikki settar í gildi í Føroyum.

Tað er ein kunngerð, sum gevur myndugleikum í Føroyum heimild til at fara í kriminal skrásetingina í Danmark eftir upplýsingum.

Og Jenis av Rana sigur, at tey hava roynt at skunda undir danskar myndugleikar fyri at fáa hesa kunngerðina. Og so skjótt, hon er sett í gildi í Føroyum, verður ein skipan við barnaváttan sett í gildi í Føroyum.

Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur spurt landsstýrismannin um nøkur ætlan er um at krevja barnaváttan frá starvsfólki á námsfrøðiliga økinum, men hann heldur, at kravið er líka viðkomandi fyri ítróttarvenjarar, og onnur, sum hava við børn og ung at gera.

Hann heldur, at vit eiga at binda um heilan fingur, tá tað snýr seg um at verja børn móti kynsligum ágangi.

Hann vísir eisini á, at fyri átta árum síðani, í  2012, samtykti Løgtingið at ein slík skipan við barnaváttanum skuldi setast í gildi, men enn er einki hent.

Jenis av Rana sigur, at kravið um barnaváttanin verður galdandi allastaðni, har børn og ung eru, bæði í ítróttarfeløgum, hjá skótum, á dagstovnum, í skúlum og hjá øðrum arbeiðsgevarum.