Tað skal ikki vera ókeypis at koma til Havnar at giftast

Tað er nógv arbeiði av at víga eitt útlenskt par, siga tey í Tórshavnr Býráð

 

 

Tórshavnar Býráð vil nú sleppa at taka gjald frá útlendskum pørum, sum koma til Havnar at giftast.

Býráðið sigur, at talið á útlendskum pørum, sum koma til Havnar at verða gift á býráðnum, veksur alsamt.

Í fjør vóru 60 pør gift á ráðhúsinum í Havn og 23 av teimum vóru útlendsk pør, tað vil siga útlendingar, sum ikki hava bústað í Føroyum, men sum bara komu til Føroyar at verða vígd.

– At fyrireika eina vígslu krevur rættiliga nógva tíð bæði tá ið talan er um føroysk pør og útlendsk pør.

– Talan er um eina stóra avgerð, so aloftast hevur ein vígsla eitt langt samskifti við sær, aftur og fram ímillum parið og býráðið, og tað er um alt frá teimum formligu viðurskiftum til ymisk viðurskifti, ið meira hoyra eini ferðavinnuskrivstovu til.

– Tá ið eitt útlendskt par skal vígast, er viðgerðin serliga krevjandi, tí alt samskiftið skal vera á enskum og tað krevur fleiri skjøl, enn tá ið talan er um føroyingar.

– Og tað kann eisini vera ringt at fáa eitt útlendskt par at skilja øll krøvini til skjølini, ið skulu fyllast út, og viðhvørt skulu tey týðast av góðkendum tulki.

Býráðið sigur, at sostatt er talan um stórt arbeiði, sum í hesum føri verður gjørt fyri fólk, ið ikki eru borgarar í Tórshavnar Kommunu og sum sostatt heldur ikki rinda skatt í Tórshavnar kommunu. Og tey siga, at tað hendur seg eisini meiri enn so, at útlendsk pør spyrja, hvat tey skylda fyri ómakin.

Býráðið sigur, at í Danmark kostar ein vígsla 1.650 krónur, men kommunurnar í Føroyum hava ikki heimild at taka nakað gjald í hesum sambandi.

Tí skal býráðið nú taka støðu til um tey skulu venda sær til landsstýrið við eini áheitan um at fáa heimild til at taka eitt hóskandi gjald frá útlendskum pørum, sum koma til Havnar at vígd í Tórshavnar kommunu.