Tað skal loysa seg at liva

Hvat ger umstøðurnar betri? Hvat fjálgar um, betrar um, fær nakað at trívast?

 

 

Tað er, tá onkur ger nakað annað enn tað, tey noyðast at gera. Tá vit gera tað, vit vilja gera. At stytta arbeiðsvikuna er eitt av uppskotunum, sum eg eri serliga fegin um, og sum eg tosaði nógv um í valstríðnum. Hetta tí eg meti, at tað bæði kann vera við til at lætta trýstið á menniskju og umhvørvi.

Royndir eru gjørdar í stórum altjóða fyritøkum og í tí almenna í Svøríki um 4 daga arbeiðsviku ella 6 tíma arbeiðsdag: Somu løn fyri niðursetta tíð og hóskandi arbeiðsbyrðu. Og vita tit, hvat hendi?

Fólk vóru minni útbrend, á røktarheimum skipaðu starvsfólkini fyri dupult so nógvum tiltøkum og ítrivum, hugskotini og gleðin av at vera til arbeiðis vaks munandi.

Síðan arbeiðsvikan bleiv 40 tímar, hava vit fingið teldur. Internet. Avanseraðar maskinur, ið gera nakað av arbeiðinum fyri okkum. Vit hava eisini í nógv størri mun fingið betri samband millum oyggjarnar og til útheimin.

Vit hava eisini fingið eitt samfelag, har umhvørvið er undir ógvusligum trýsti. Har børn og ung eru undir høgum trýsti. Har foreldur renna og tuska fyri at fáa alt at hanga saman.

Í mínum heimi hanga hesi tingini saman. Og tað, sum lættir um umhvørvisliga, fer eisini at lætta um menniskjasliga. Tí menniskju eru faktiskt ein partur av náttúruni. Nakað, sum vit ofta gloyma.

Talan er eisini um ein javnstøðuspurning. Ein møguleika at geva teimum, ið arbeiða í fjølbroyttu umsorganarstørvunum eitt væl uppiborið lyft. Ein styttri arbeiðsvika fer nemliga at gagna teimum, ið arbeiða niðursetta tíð. Hetta eru umleið 52 % av kvinnunum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Eitt nú upplýsir Heilsuhjálparafelag Føroya, at meginparturin av teirra limum arbeiða parttíð.

Stytta vit arbeiðsvikuna, merkir tað, at tey, ið framvegis velja at arbeiða t.d. 30 tímar um vikuna, fáa løn fyri 30/37 partar heldur enn 30/40 partar. Hetta vil tískil verða ein lønarhækking.

Tá vit hava tíð, eru vit umsorganarfull. Tá vit hava tíð, vaksa vit. Spakuliga. Ikki í oyrum og krónum, men sum menniskju við umsorgan fyri fólki og heiminum rundan um okkum.

Nú hugsar onkur tykkara kanska, at tað, sum eg vil hava, er, at vit skulu gera minni og fáa alt upp í hendurnar. Men tað ætli eg ikki. Tað, sum eg meini, er, at vit skulu eiga færri ting, vera nøgd við minni og ikki tráa eftir meir og størri allatíð. Velja góðsku fram um mongd og hava tíð at vísa hvør øðrum ans. Tað er eingin ivi um, at tað, sum fekk okkum í hesa støðuna av fyrstani tíð, ikki fer at loysa okkara trupulleikar. Vit kunnu ikki keypa ella vaksa okkum úr menniskjasliga trýstinum ella umhvørviskreppuni. Tørvur er á nýggjum átøkum og nýggjum hugskotum. At stytta arbeiðsvikuna er eitt fet rætta vegin.