Tað skal verða bíligari at keypa ávísar bilar

Eftir nýggju reglulunum eru summir bilar vorðnir nógv dýrari - og tað var ikki meiningin

Teir allarflestu, vanligu bilarnir, verða ikki ávirkaðir

Teir allarflestu, vanligu bilarnir, verða ikki ávirkaðir

Tað skal verða bíligari at keypa stórar vørubilar. Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og tí ætlar hann at leggja uppskot fyri Løgtingið í næstum um at lækka avgjaldið á stórum vørubilum.

Nøkrum árum síðani varð farið frá skipanini, har vektin á bilinum var avgerandi fyri, hvussu høgt avgjaldið til landskassan var. Ístaðin skuldi avgjaldið roknast eftir, hvussu stórt útlátið av veðurlagsgassum frá teimum var.

Í hesum sambandi samtykti Løgtingið eisini fyri einum góðum ári síðani, at útlátið skuldi ikki roknast eftir NEDC - háttinum, men eftir WLTP - háttinum

– Hetta seinasta hálva árið hava bilasølur gjørt vart við, at CO2 avgjaldið á stórum vørubilum er hækkað munandi aftur ímóti tí tað var, tá ið tað varð roknað út eftir NEDC - háttinum, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at ætlanin við broytingini var ikki, at avgjaldið skuldi hækka munandi fyri nakað bilaslag. Men hóast tað ikki var ætlanin, er avleiðingin kortini tann, at tað er vorðið dýrari at keypa stórar vørubilar. Í hesum sambandi er avgjaldið hækkað ein fjórðing í summum førum, og í øðrum førum er tað hækkað meiri enn ein triðing.

Tí ætar Jørgen Niclasen at broyta lógina aftur soleiðis, at hesir stóru vørubilarnir ikki skulu gjalda meiri avgjald enn ætlanin var.

– Endamálið er eisini at tryggja, at landskassin ikki kemur undir at verða noyddur at rinda endurrinda endurgjald fyri ov nógv kravt CO2-avgjald, tí ætlanin var ikki at tað skuldi hækka.

Landsstýrismaðurin sigur, at bilar við CO2-útláti undir 170 gramm, verða ikki ávirkaðir av broytingini. Hann vísir eisini á, at teir allar flestu persónbilarnir og teir minni vørubilar, hava lægri útlát enn 170 gramm.

Teir allarflestu, vanligu bilarnir, verða ikki ávirkaðir