TV2.no hevur sæð partar av brævinum, sum Tom Hagen fann, tá hann tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í fjør kom heim til tómt hús.

Tað stendur í hóttanarbrævinum

"Vi har din kone, Anne-Elisabeth. Dersom du vil se henne igjen, må du lese og følge instruksjonene..."

TV2.no hevur sæð partar av brævinum, sum Tom Hagen fann, tá hann tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í fjør kom heim til tómt hús.

 

TV2.no hevur sæð partar av brævinum, sum miljarderurin, Tom Hagen, fann, tá hann tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í fjør kom heim til tómt hús í Lørenskog í Noregi, tá kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, var horvin.

Hóttaninar í brævinum gjørdu, at løgreglan helt málið dult yvirfyri almenninginum í tíggju vikur. Tey, sum hugsandi høvdu rænt ríkmanskonuna og lagt brævið eftir sær, hóttu við at gera av við konuna, um málið varð meldað til løgregluna.

Umframt krav um loysigjald á níggju miljónir evrur, varð í brævinum eisini hótt við at leggja filmsbrot av møguligum drápi av Anne-Elisabeth Hagen út á netið, og sagt varð, at heimið í Lørenskog var undir eftirliti.

Í eitt heilt ár hevur nevnda bræv verið millum týdningarmiklastu spor hjá norsku løgregluni í royndini at finna út av, hvør stendur aftan fyri tað, sum hendi feigdarmorgunin, tá ríkmanskonan hvarv.

Løgreglan helt í fyrstani upp á, at Anne-Elisabeth Hagen varð rænd. Men, í juni mánaði í ár broytti løgreglan sítt høvuðsástøði til, at konan helst er dripin - og at tann ella tey, sum standa aftan fyri brotgerðina, vilja hava tað at síggja út sum, at talan er um rán við fíggjarligum endamáli.

Norska løgreglan hevur fleiri ferðir verið spurd um innihaldið í tí 7-8 síðu langa brævinum, men tey hava ikki viljað endurgivið tað, sum stendur skrivað. Nú sigur tv2.no seg at hava sæð brot úr hóttanarbrævinum.

Hetta eru brot, sum sambært www.tv2.no eru orðarætt endurgivin. Brævið er skrivað á vánaligum norskum, og her eru sum skilst fleiri skrivifeilir. Men, heldur ikki tv2.no vil endurgeva orðarætt úr brævinum.

Innihaldið í brævinum, sum tey vísa til, er hetta:

"Vi har din kone, Anne-Elisabeth. Dersom du vil se henne igjen, må du lese og følge instruksjonene. Dersom du involverer politi og media, putter du press på oss..."

Í brævinum verður eisini skrivað, at um Tom Hagen setir seg í samband við løgregluna, verður Anne-Elisabeth Hagen dripin. Í brævinum skulu eisini vera upplýsingar um, hvussu miljarderurin skal gjalda níggju miljónir evrur í kryptovaluta.

TV2.no hevur sæð partar av brævinum, sum Tom Hagen fann, tá hann tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í fjør kom heim til tómt hús.