Tað stendur við og versnar

Afturgongdin er størri nú enn hon hevur verið

Tað er minst líka tómligt enn á flogvøllinum, sum tað hevur verið leingi

Tað er minst líka tómligt enn á flogvøllinum, sum tað hevur verið leingi

Ferðafólkastreymurin um flogvøllin í Vágum er minkaður upp aftur meiri. Tað vísa tølini, nú Vága Floghavn hevur gjørt tølini fyri januar, upp.

Tølini vísa, at í januar í ferðaðust ikki meiri enn 7.732 fólk um flogvøllin í Vágum og tað er ikki so frægt sum ein triðingur av tí, sum ferðaðust um flogvøllin í januar í fjør. Tilsamans er talan um eina minking upp á 66,5 prosent.

Í alt fjør ferðaðust ikki meiri enn 180.000 ferðafólk um flogvøllin og tað eru 57-58 prosent minni enn í 2019, tí tá vóru ferðafólkini eini 424.000 í tali. So hendan fyrsta mánaðin í ár stendur bara við og versnar

Annars høvdu tey væntað eina framgongd upp á eini sjey-átta prosent í fjør afturímóti 2019, og sum gongdin var í januar og februar í fjør, sá tað út til at halda. Sostatt hevði ferðafólkatalið í fjør nærkast eini hálvari millión, segði Regin I. Jakobsen, stjóri á flogvøllinum herfyri. Sostatt eru ferðafólkini eini 300.000 færri í tali enn tey høvdu verið undir vanligum umstøðum.

Men so fór korona at ganga og tað legði meststum alla flogferðslu lamna og nú í januar er flúgvingin ímillum Føroyar um umheimin skerd enn meiri.

Í løtuni eru tað at kalla bara tey, sum ferðast arbeiðsørindum, ella í júkraørindum, sum flúgva, tí vanlig ferðafólkaflúgving er steindeyð.

Herfyri segði stjórin á Vága Floghavn, at hann væntar ikki, at tað verður fyrr enn út ímóti sumri, at tað fer at koma gongd á ferðingina aftur, men kanska verður ein lítil vøkstur aftur á páskum.

Tað er minst líka tómligt enn á flogvøllinum, sum tað hevur verið leingi