Tað vakrasta borðið við Rhombe

Hvat hevur størstan týdning fyri at fáa eitt vakurt pyntað borð? Borðpyntið? Dúkurin? Stakarnir? Blómurnar?

Vit eru ikki í iva – tað er sjálvsagt tað vakrasta stellið. Og í Vøruhúsinum gleðast vit um at kunna bjóða viðskiftafólki okkara vakra Rhombe stellið frá Lyngby Porcelæn.

Snøgga Rhombemynstrið er ein enduruppfinning av Rhombemynstrinum frá 1961, tá mynstrið var málað á eldfasta Danild stellið. Í modernaðu útgávuni er mynstrið sniðgivið sum eitt relief, ið ger, at stellið eisini kennist væl í hondunum. At framleiða stell á henda hátt er krevjandi arbeiði, og tað bæði sæst og kennist, tá tú situr við vakra stellinum millum hendurnar.

 

##med2##

Við reinu linjunum og kritahvíta porseleninum fært tú eitt ómetaliga snøgt og elegant borð, ið sømir seg kongaligum gestum. Til stellið hoyrir alt til vanliga kaffi- og døgurðabúnaðin umframt vasar, stakar og vøkru kúlurnar at hanga upp.

Stellið hevur sjálvsagt brotgaranti á 2 ár.

Lyngby Porcelæn, sum Rosendahl Design Group í dag eigur, er kent fyri sínar klassikarar við eyga fyri funktionaliteti og óendaliga vøkru smálutunum í hvørjum sniði. Fyritøkan stavar heilt frá 1904 og hevur gjøgnum tíðirnar sniðgivið ikoniskar lutir úr porseleni sum eitt nú Lyngby vasan (1936), Bonbonniere skálina (1944) og Esben Klint lampuna (1961).

 

##med3##

##med4##

##med5##