Tað var Arne Odd Torgersen

Eftir 64 árum er gátan um ein ungan norðmannin loyst. Í øllum førum er tað nú staðfest, at beinagrindin, sum varð funnin tíðliga í summar, er av hinum 22 ára gamla, sum hvarv sporleyst í 1955.

 

 

 

Hin 14. september í ár bar In.fo eina forvitnisliga søgu um ein 22 ára gamlan mann úr Mandal í Noregi, sum hvarv sporleyst í 1955. Orsøkin til søguna á In.fo, var, at ein eldri maður í Mandal, nevndur Kjell Norli, tíðliga í summar fann ein mannaskølt niðri í moldini inni á sínum øki, tá hann var í holt við at gera klárt til eina eplaveltu.

- Eg gjørdist ræðslusligin, og tankin sló meg, um hetta kundi vera Arne Odd Torgersen sum hvarv sporleyst í 1955.

Men, tá Kjell Norli hevði funnið mannaskøltin, setti hann seg í samband við løgregluna. Tey komu á staðið og stongdu økið av, og skølturin varð sendur til kanningar. Men, niðurstøðan hjá teimum, sum kannaðu skøltin var, at hesin var fleiri hundrað ára gamal.

Tískil kundi hetta ikki vera skølturin á Arne Odd Torgersen, sum Kjell Norli hevði funnið. Økið varð latið upp aftur, og norðmaðurin slapp at grava víðari í lendinum, og nú vóru tað nakrir vinir, sum hjálptu honum. Men, enn einaferð kom norðmaðurin fram og leivdir av beinagrind í moldini.

Hesaferð var talan um tveir stivlar og lutir av einari riflu. Tað vísti seg nevniliga, at stivlarnir ikki vóru tómir; her vóru leivdir av mannabeini í. Kjell Norli setti seg fyrst í samband við fólk, sum høvdu skil fyri fornfrøðiligum grevstri, og her varð funnið út av, at leivdir av mannabeini vóru í báðum stivlunum.

Nú helt Kjell Norli, at tá talan var um stivlar av slíkum slag, kundi hetta ikki vera leivdir, sum vóru fleiri hundrað ára gamlar. So, hann setti seg enn einaferð í samband við løgregluna, og enn einaferð varð økið stongt av løgregluni, tá tey um kvøldið komu á staðið.

Løgreglan segði, at tað, hann nú hevði funnið, mátti farast væl og ítøkiliga um, og at talan kundi gerast um eitt kensluborið mál. Løgreglan segði tá við norskar miðlar, at eftir øllum at døma stendur "Made in Norway" á stivlunum, og í moldini eru eisini aðrir lutir funnir, eitt nú rifla, klokka, stálleinka, pennur og ein fløska.

Eftir at Kjell Norli nú hevði funnið hesar beinagrindir og lutir, helt hann seg vera 99 prosent vísan í, at hetta vóru leivdir av Arne Odd Torgersen, tí í samband við, at ungi maðurin hvarv í 1955, varð eisini ein rifta eftirlýst.

Leivdirnar vórðu sendar til Ríkissjúkrahúsið í Noregi, sum nú hevur gjørt sínar kanningar, og tað er ikki løgið, at fólk í Mandal í Noregi - og mong onnur við - hava bíðað spent eftir úrslitunum av hesum kanningum.

##med2##

Rættiliga drúgv leiting var í sínari tíð eftir unga manninum, bæði á landi og sjógvi, og málið fylti nógv, bæði í Mandal, í Noregi sum heild og eisini í altjóða miðlum. Øll tey, sum eru komin upp í árini í Mandal, minnast hetta gátuføra mál.

Arne Odd Torgersen búði saman við fosturpápa sínum á einum garði, og hann bleiv burtur dagin fyri, at hann skuldi møta í rættinum, tí hann var undir illgruna fyri at hava framt eitt innbrot.

Tá hann ikki møtti upp í rættinum henda dagin, og einki sást til hann seinni heldur, endaði familjan hjá vinmanni hansara í ljóskastaranum. Tey vóru nevniliga undir illgruna fyri at hava eitt hvørt við hvørvingina at gera. Tískil vórðu fólk í familjuni handtikin og skuldsett í málinum.

Einar tveir dagar eftir, at Arne Odd Torgersen varð horvin, komu nýggir upplýsingar fram, og her vóru tað vitni, sum søgdu seg hava hoyrt bæði skríggj og skot. Ástøðið hjá løgregluni var, at ungi maðurin varð dripin og burturbeindur, kanska í einum vatni nærindis, men her varð uttan hepni leitað, bæði við bátum og kavarum.

##med3##

Eftir nakrar mánaðir vóru tey handtiknu í málinum leyslatin, tí løgreglan megnaði ikki at prógva, at tey høvdu nakað við hvørvingina at gera. Í NRK var ein dokumentarsending í 1955, og her varð sagt, at fleiri ábendingar vóru um, at talan var um tilætlað dráp av hinum 22 ára gamla.

Í gjár - hósdagin - váttaði norska løgreglan so, at leivdirnar, sum vórðu funnar á økinum hjá Kjell Norli, stava frá horvna unga manninum, og hetta er nú endaliga staðfest við eitt nú tannkanningum. Eisini er staðfest, at riflan, sum varð funnin í lendinum, er av sama merki, sum riflan, ið løgreglan í sínari tíð eftirlýsti.

##med4##

 

 

 

Tað var Kjell Norli, sum fann leivdirnar av horvna unga manninum.