NSÍ heldur lítið um kæruna hjá HB

Kjak: Var tað púra beint av HB at kæra, soleiðis at teir vunnu FM hjá U14-dreingjum?

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað hevur orrusta tikið seg upp í U14-deildini hjá dreingjum, har HB og NSÍ leingi stríddust um hvør skuldi strúka avstað við føroyameistaraheitinum. Endin gjørdist, at HB endaði tvey stig frammanfyri NSÍ, men tað var ikki á leikvøllinum, at HB tryggjaði sær øll stigini.


HB snávaði við 1-1-javnleiki ímóti EB/Streymi, men seinni valdi HB at kæra hendan dystin. Orsøkin var, at teir mettu, at EB/Streymur hevði nýtt tveir U12-leikarar, ið ikki stóðu á leikarayvirlitinum hjá FSF.


Aganevndin staðfesti, at EB/Streymur hevði nýtt tveir ólógligar leikarar, og at brúk av ólógligum leikara er álvarsamt brot á regluverk FSFs og ta skipan, sum er gjørd fyri brúk av spælarum. EB/Streymur varð dømt at tapa dystin 0-3.


Tey trý stigini, sum HB fekk – heldur enn bara tað eina – vóru júst tey stigini, ið HB nú eftir kappingarenda hevði tørv á fyri at vinna føroyameistaraheitið frammanfyri NSÍ. Í NSÍ halda tey tað vera í lagi, at EB/Streymur varð dømt at tapa, men seta hinvegin spurnartekin við, um HB eigur at kæra.


- Tað er út frá praksis hjá FSF púra greitt, at EB/Streymur eigur at tapa dystin, tí teir hava brúkt ein ikki-skrásettan leikara. Men tann stóri spurningurin er, um HB eigur at kæra eitt mál sum hetta, tá mótstøðuliðið ikki fekk nakran ítróttarligan fyrimun. Gull-smakkurin eigur nokk at vera best, tá ungu spentu dreingirnir avgera meistarabólkin í teimum 22. umførunum – ella teimum 1540 minuttunum – á leikvøllunum kring landið, skrivar næstformaðurin í NSÍ, Sonni L. Petersen, á heimasíðuni hjá NSÍ.


Eftir at gullið um vikuskiftið endaði í Havn, tók heimasíðan hjá NSÍ heldur speiskliga til:


- Á leikvøllinum vunnu NSÍ og HB sær 59 stig í part fyri 22 dystir. NSÍ var betra liðið innanhýsis, og tískil kundi hetta verið nokk til at vinna FM-steypið. Men HB vann sær 2 stig afturat á skrivaraborðinum, og tískil endaði gullið í Havn. Til lukku við tí, stendur at lesa.


Hvat heldur lesarin? Var tað rætt av HB at kæra?