Tað var stúgvandi fult av fólki í býnum

Men tað hevur verið rættiliga friðarligt kortini

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt. Tað kann løgreglan staðfesta nú í morgun, tá ið náttin er av. Hesa seinastu tíðina hava skeinkistøðini latið aftur klokkan 22 fyri at forða fyri, at korona skuldu breiða seg og hetta var fyrsta vikuskiftið, at tey høvdu opið aftur sum vant.

Og løgreglan sigur, at tað merktist, tí skeinkistøðini vóru stúgvandi full av fólki. Men løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt kortini. Tó eru tey nakrar ferðir boðsend til húsaófrið í nátt, tað er tá ið ósemja tekur seg upp imillum húsfólk.

Men løgreglan sigur, at tey málini vórðu avgreidd við at tey tosaðu fólk til rættis, og eingin varð tikin í hesum sambandi.