Tað verður antin el ella hybrid

Tema um bilar: - Tá koyrandi verður til Suðuroyar, fara allir persónbilar at koyra upp á alternativa orku, heldur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

 

 

Landsstýrismaðurin í uttanríkis-og mentamálum, Jenis av Rana, koyrir ein Saab 9-3, 2010, sum er bensindrivin. Hann heldur, at tá bilurin verður skiftur út, verður neyvan annað val enn ein el-ella hybrid-bilur.

Landsstýrismaðurin heldur, at el-bilar eru eitt alternativ til bensin-og diesel bilar.

Spurdur, nær hann væntar, at allir føroyskir persónbilar fara at koyra upp á alternativa orku, sigur Jenis av Rana, at tað verður helst um ta tíðina, tá koyrandi verður til Suðuroyar.

- Kanska nakað fyrr, leggur landsstýrismaðurin aftrat.