Tað verður ikki krav at fólk skulu kanna seg fyri koronu

Løgfrøðiliga er tað ivingrsamt um tað yvirhøvur er lógligt, sigur løgmaður

Landsstýrið fer ikki at seta tað sum eitt krav, at fólk, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna um aftur fyri koronu, tá ið tey hava verið her í seks dagar. Tað staðfestur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hví tað ikki er eitt krav, at fólk skulu lata seg kanna meiri enn eina ferð fyri korona. Í løtuni er tað einans eitt krav, at fólk skulu kannast fyri koronu tá ið tey koma til Føroya.

Men harumframt mæla myndugleikarnir eisini til, at fólk lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn teir koma til Føroya og mælt verður eisini til, at fólk lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar. Og frá tí at tey eru komin til Føroyar og til tey hava fingið úrslitið av kanningini tann sætta dagin, eiga tey at halda seg mest sum fyri seg sjálvi og ikki verða saman við fólki.

Men Bjørt Samuelsen spyr, hvussu tað ber til, at tað ikki eisini er eitt krav, at fólk skulu lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar. Hon vísir á, at eingi tøl eru fyri, hvussu nógv lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar, men tað ganga nógvar søgur um, at tað er rættiliga tilvildarligt við tí.

Undir øllum umstøðum er tað eingin, sum rættiliga hevur peiling á, hvussu nógv lata seg kanna um aftur tann sætta dagin.

Samstundis vísir hon á, at Løgtingið hevur sett sum krav, at fara tingfólk, ella starvsfólk í Løgtinginum, uttanlands, skulu tey lata seg kanna um aftur tann sætta dagin og tey sleppa ikki til arbeiðis í Løgtinginum áðrenn.

Landsstýrisfólk, sum hava verið uttanlands, sleppa heldur ikki í Løgtingið fyrr enn tey eru kannað tann sætta dagin og Bjørt Samuelsen heldur, at sama krav eigur at verða galdandi fyri øll

– Eg haldi, at tað eigur at verða eitt krav, at øll lata seg kanna tann sætta dagin, sigur Bjørt Samuelsen.

Bárður á Steig Nielsen tvíheldur um, at er eitt tilmæli, og tað skal ikki vera eitt krav. Og hann sigur, at kanningin tann sætta dagin, er ókeypis og tað er nettupp fyri at eggja fólki til at lata seg kanna.

Hann hevur eisini hoyrt søgur um, at tilmælið verður ikki fylgt, og tað harmast hann um. Men hann væntar, at hetta fer at brenna seg í tilvitskuna hjá fólki og at tey lata seg kanna, tí tey føla ábyrgd fyri at verja bæði seg og síni.

Men annars viðgongur hann eisini, at løgfrøðiliga er tað ivingarsamt, um landsstýrið yvirhøvur hevur heimild til at krevja, at fólk skulu lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar.

Bjørt Samuelsen heldur, at tað er rættiliga álvarsligt, at vit ikki hava loyvi til at krevja, at fólk skulu lata seg kanna um aftur tann sætta dagin, tá ið støðan uttanlands er so ring, sum hon er.

– Sama, hvønn politiskan lit vit hava, átti at verið semja um at vit eiga at hava eina slíka heimild, leggur hon afturat. Hon vísir eisini á, at tá ið smittan hevur gjørt um seg í Føroyum, er tað nettupp tí at fólk hava IKKI hildið tilmælið um at halda seg mest sum fyri seg sjálvi teir fyrstu seks dagarnar, og ikki hava latið seg kanna tann sætta dagin.

– Eg vænti, at tey dømi, sum hava verið um, at fólk, sum hava smittað onnur tí at tey ikki hava hildið tilmælini, ger, at tað festur seg enn sterkari í tilvitskuni á fólki, hvussu avgerandi tað er at halda tilmælini.

– Eg eri vísur í, at tað tað er ein betri máti enn at brúka forboð og vald, tí tað høvdu fólk ikki lurta serliga væl eftir, sigur Bárður á Steig Nielsen.