Tað verður ringt at arbeiða í býráðnum

Býráðslimur í Klaksvík er stak ónøgdur og fyribils er hann farin í farloyvi

Myndin er av Facebook

Myndin er av Facebook

– Eg eri farin í farloyvi í býráðnum. Tað váttar Óli M. Lassen, sum varð valdur í Klaksvíkar Býráð fyri Sjálvstýri.

Hann er so ónøgdur við støðuna, at hann skrivaði á Facebook, at tað verður ringt hjá honum at taka ein virknan lut í býráðsarbeiðnum.

Tað hevur ljóðað, at ónøgdin er so stór, at hann fer ikki at taka lut í býráðsarbeiðnum yvirhøvur. Tað er hann ikki sinnaður at útgreina, men hann sigur, at hann er farin í farloyvi úr býráðnum. Hvussu leingi tað verður, sigur hann einki um, tí tað einasta, hann sigur, er, at hann verður í farloyvi til hann ikki verður í farloyvi longur.

Hann dylur ikki fyri, at hann er stak ónøgdur við framferðina hjá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar býráð í tímunum aftan á kommunuvalið.

Hann sigur, at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrið skrivaðu undir eina avtalu beint eftir, at valúrslitið fyrilá um at fara í samstarv, har Fólkaflokkurin skuldi hava borgarstjóran og Sjálvstýri skuldi hava varaborgarstjóran.

Síðani var farið beinleiðis norður til Árnafjarðar at samráðast víðari og klokkan fimm um morgunin skrivaðu vit undir eina samstarvsavtalu afturat, har eisini nevndarsessirnir vórðu avtalaðar, sigur Óli M. Lassen. Hann leggur afturat, at alt tað arbeiðið gekk upp á stás og at tað ikki var eitt øvugt orð ímillum partarnar.

– Ein samgonga ímillum Fólkaflokkin og Sjálvstýri hevði havt sjey býráðslimir og tað hóvaði okkum val, tí tá høvdu vit fingu okkara fingramerki á førda politikkin. Men brádliga loypur Fólkaflokkurin frá hesum báðum skrivligu avtalunum og bjóðar einsamalla býráðsliminum hjá Sambandsflokkinum, Karli Johansen, upp í samgonguna – og bjóða honum at verða borgarstjóri, sigur Óli M. Lassen.

Hann sigur, at tað eru summi viðurskifti, sum eru burturvið - og so eru tað summi viðurskifti sum eru heilt burturvið. Og hann heldur, at tað er heilt burturvið, at vaksin fólk kunnu bera seg soleiðis at, at tey loypa frá, ikki bara einari, men tveimum, skrivligum avtalum. Hvat virðið er í slíkum, tá ið tað ber til at loypa frá tveimum skrivligum avtalur verða brotnar, spyr hann.

Hann leggur afturat, at í eini samgongu við trimum flokkum, er vandi fyri, at Sjálvstýri ikki hevði fingið ta ávirkan á førda politikkin, sum ynskiligt var.

https://www.in.fo/news-detail/news/byradsval-taka-kanska-oell-a-boli-i-klaksvik/?no_cache=1Les eisini: Býráðsval: Taka kanska øll á bóli í Klaksvík

Og tá ið Klaksvíkar Býráð varð skipað í gjár, møtti Óli M. Lassen ikki á býráðsfundi. Fyrst valdi býráðslimurin, Atli S. Justinussen, boðaði frá, at Óli M. Lassen hevði boðað frá, at hann fekk ikki møtt á fundinum og tískil tók næsti maður á listanum, Andreas Djurhuus Josephsen, sætið fyri hann. Og nú sigur hann, at møtt, at hann fer í farloyvi í óásetta tíð.

Myndin er av Facebook