Tænastustøði skal hækka í Tórshavnar Kommunu!

Skal Tórshavnar Kommuna vera eitt væl virkandi, spennandi og mennandi arbeiðspláss, er fyrsta treytin, at hond verður tikin um og lurta verður eftir okkara dugnaligu starvsfólkum, sum dag og dagliga eru saman við okkara borgarum, bæði tá tað snýr seg um børn, ung, vaksin og eldri, og sum gera sítt allarbesta fyri, at hesi fáa ein nøktandi og innihaldsríkan gerandisdag

Tí er tað ikki í lagi:

- at tað eru so nógv starvsfólkamál, har Løgtinsins umboðsmaður verður inndrigin,

- at fleiri stovnar ikki hava nøktandi fakfólk á vakt,

- at nýggjar skipanir verða settar á stovn, hóast fakfólkini sum varða av siga, at tað ikki er ein góð loysn,

- at fleiri pengar verða brúktir til umsiting enn til gólvfólki,

- at starvsfólk mugu renna skjótari og geva eina verri tænastu, tí pengar ikki verða settir av

- at tænastan hjá starvsfólkum verður gjørd upp í tíð heldur enn tørvinum hjá tí einstaka

- at borgarar detta niður ímillum, tí tey avvarandi ikki hava orkuna, til áhaldandi, at biða um neyðugu hjálpina, sum tey hava rætt til

- at avvarandi standa við allari ábyrgdini, tí tænastan ikki er nøktandi

Tænastan í Tórshavnar Kommunu má eftirmetast og uppraðfestast á teimum ymisku kjarnuøkjunum . Somuleiðis má tryggjast, at tænastan til borgaran má fara frá at vera bjóðaður í tíð... TIL TØRV til tann einstaka
Hesum vil eg virka fyri.

Súna Mørk,

X við valevni hjá Javnaðarflokkinum